OY
Útgivið
9. april 2025
Útgongur
23. april 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú eldhugað/ur fyri góðum mati, frískum ráevnum og einum køki, har handverk og skapanargleði ganga hond í hond? Droymir tú um at leiða eitt kokkatoymi, har matgleði, øl og stemningur skapa eina heildaruppliving fyri gestirnar? So er hetta starvið kanska júst til tín!

OY er eitt væl rótfast matstað og bryggarí, har skrætt svín, fiskur í øldeiggi, og oksabringa eru millum rættirnar á matskránni – einfalt, óhátíðarligt og við dygd í hásæti.

Vit leita nú eftir einum høvuðskokki, sum vil vera við til at menna og seta dám á matupplivingina á OY – við nýhugsan, frískum føroyskum ráevnum og einum sterkum toymissinni.

Søk starvið her: Høvuðskokkur til OY | OY

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið