Vestmanna Kommuna
Útgivið
21. februar 2023
Útgongur
3. marts 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

  • Fitt barn hevur mong nøvn.

Vit sóknast eftir dugnaligum og arbeiðssomum køksfólkið 20 tímar um vikuna, til dagstovnaøkið i
Vestmanna. At byrja 13. mars 2023 ella skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin er 4 tímar um dagin ímillum kl. 8 og 14.

Arbeiðsuppgávur
Gera sunnan og heilsugóðan millummála til børnini hvønn dag.

Førleikar

  • Viðkomandi arbeiðsroyndir úr køki

Persónligir eginleikar

  • Álítandi og ábyrgdarfull/ur
  • Samstarvssinnað/ur og jalig/ur
  • Røkin og arbeiðssom/samur
  • Fleksibul og tolir broytingar

Vit bjóða:

  • Ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • Ávirkan á menningina í køkinum
  • Eitt arbeiðspláss, har tað er vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan og nýskapan.

Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi felag

Meira fæst at vita
Fleiri upplýsingar um starvið eru at fáa frá Morten Hust Petersen, stovnsleiðari á telefon 770 130 og
teldupost morten@vestmanna.fo

Umsókn
Umsókn saman við CV skal sendast til starv@vestmanna.fo Viðmerk: »matmóðir«

Umsóknarfreistin er 3. mars 2023, kl. 13.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vestmanna kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið