Lýsing
Vilt tú ganga undan og skapa bestu venjingarnar fyri ungdómsfótbóltin í felagnum
saman við øllum okkara barna- og ungdómsvenjarum, so er starvið sum
høvuðsungdómsvenjari leyst at søkja.
Í felagnum eru uml. 475 ungdómsleikarar, og er limatalið støðugt hækkandi.
Sum høvuðsungdómsvenjari verður tú, saman við ungdóms- og starvsnevnd, við til at tryggja, at allir leikararnir fáa hóskandi menning í góðum felagsskapi óansæð førleikar ella royndir.
FC Hoyvík hevur lið í øllum aldursbólkum, eins og felagið hevur lið fyri menn og kvinnur í
vaksnamannadeildunum.
Vit bjóða:
- Eitt starv við spennandi avbjóðingum, har tú gongur undan í venjingarumhvørvinum fyri børn og ung
- Møguleika at mennast persónliga og fótbóltsfakliga
- UEFA A venjaraútbúgving
- Ein virknan lut í einum góðum felagsskapi
Starvið sum høvuðsungdómsvenjari fevnir m.a. um:
- Gott samstarv við sjálvboðin, venjarar, ungdómsnevnd og starvsnevnd
- At leggja til rættis ungdómsfótbóltin í felagnum, bæði á vølli og í høll
- Vegleiða ungdómsvenjarum og leikarum
- Tryggja, at allar barna- og ungdómsvenjingar fyri gentur og dreingir eru javnbjóðis og góðar
- Eygleiða dystir og venjingar
- Skipa fyri venjarafundum og foreldrafundum
Vit ynskja ein venjara við royndum og í minsta lag UEFA B - venjaraútbúgving, men eisini ein, ið hevur hug, hegni og orku at styrkja ungdómsdeildina fótbóltsfakliga og arbeiða við felagsskapinum.
Nakað av skrivstovuuppgávum fylgja við starvinum, og vænta vit at tann, ið settur verður, er skipaður og eisini leggur nakað eftir sær til komandi venjarar at brúka í víðari menningini av felagnum.
Starvið er fulltíðarstarv, løn og arbeiðstíðir eru eftir avtalu. Starvsbyrjan er 1. januar 2025. Sambært §4 í barnaváttanarlógini hava vit skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Arbeiðsstaðurin er á og við Hoyvíksvøll umframt har virksemi felagsins gongur fyri seg.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til formann felagsins, Fróða Danielsen, tlf. 212556.
Umsókn við prógvum og lívsrensli skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 28. novembur 2024.
Umsóknin skal sendast til Frodi@altfyrieitt.fo