Tofta Ítróttarfelag B68
Útgivið
28. juli 2025
Útgongur
15. august 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit í B68 leita eftir einum fakliga førum og ágrýtnum høvuðsungdómsvenjara, sum kann byrja skjótast gjørligt.
B68 Tofta Ítróttafelag er eitt felag við djúpum rótum og sterkum felagsskapi – við leikarum úr Nes kommunu. Vit hava í fleiri ár ment eitt sterkt ungdómsarbeiði og vilja nú taka enn eitt stig fram á leið.

Felagið hevur ein greiðan málsetning um at menna leikarar frá grundini, og vit leggja stóran dent á trivnað, felagsanda og fótbóltsliga menning.

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi fulltíðarstarv við avbjóðingum og møguleikum at seta tín dám á framtíðina hjá felagnum.
  • Góðar umstøður við eldhugaðum venjarum, ungdómsnevnd og stuðlandi umhvørvi.
  • Møguleika fyri fakligari og persónligari menning í einum felag við visjónum og virðum.

Arbeiðsøki: Sum høvuðsungdómsvenjari kemur tú at hava ein lyklaleiklut í at skipa, menna og samskipa alt ungdómsarbeiðið í felagnum.

Tú kemur at arbeiða tætt saman við ungdómsnevndini, hjálparvenjarum og foreldrum.

Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:

  • Vegleiðing og stuðul til ungdómsvenjarar.
  • Tryggja at venjingarnar fylgja læruætlanini og eru á hóskandi støði.
  • Eygleiða dystir og geva afturboðan til leikarar og venjarar.
  • Hava venjingar og vera nógv á vøllinum tá venjingar og dystir/kappingar eru.
  • Vera við til at skipa fyri fótbóltsskúla og luttøkudegi hjá B68.
  • Skipan av venjarafundum og luttøka á foreldrafundum.
  • Hjálpa við ársætlanum og lærutilfari.
  • Samskifti við foreldur og virkin felagsskapur kring liðið.
  • Eggja og stimbra framhaldandi menning hjá venjarum.

Vit vænta, at tú:

  • Hevur galdandi B-venjaraprógv.
  • Hevur koyrikort og ert ferðafør/ur.
  • Hevur minst 4 ára royndir sum venjari við børnum og ungum.
  • Dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og skipa títt egna arbeiði.
  • Ert fyrikomandi, samstarvssinnað/ur og arbeiðssamur við jaligum lyndi.

Setanar- og lønarviðurskifti: Talan er um eitt fulltíðarstarv við fastari løn. Arbeiðsstaðurin er á Svangaskarði.

Meira at vita: Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til formannin í felagnum, Jóhannus Danielsen, á telefon 234216 ella telduposti: b68@b68.fo

Umsókn: Umsókn við lívsrensli og viðkomandi prógvum skal sendast til: b68@b68.fo
Freistin at søkja er: 15. august kl.20:00

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið