Hotel Vágar
Útgivið
6. juni 2025
Útgongur
1. juli 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Hevur tú hug at veita eina framúr tænastu og at skapa góðar upplivingar fyri gestir okkara? Soer hetta starvið júst nakað fyri teg. Vit leita eftir einum nýggjum starvsfelaga tiltænastudeildina á nýggja hotellinum. Tú fært dugnaligar og jaligar starvsfelagar, sum eisinifara at syrgja fyri at geva tær eina góða upplæring.

Um teg
Vit leita eftir tær, sum:

  • Ert ágrýtin og smílandi.
  • Arbeiðir væl sjálvstøðugt og saman við øðrum.
  • Gongur høgt upp í góða tænastu.
  • Dámar væl at arbeiða í einum skjóttgangandi, men stuttligum arbeiðsumhvørvið.
  • Hevur koyrikort til persónbil.
  • Royndir úr hotelvinnuni eru fyrimunur, men ikki eitt krav.

Arbeiðstíð og -staður
Arbeiðastaðurin er partvís á hotellinum, og partvís uttanfyri húsið. Talan er um eitt fasthálvtíðar starv, har arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag 10-14. ,

Løn og setanartreytir verða ásett eftir nærri avtalu.

Umsókn
Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.

Hevur tú hug at koma við á okkara toymi, so søkir tú við at senda umsókn við lívsrensli (cv),avrit av prógvum og viðkomandi tilfari til jogvanjon@hotelvagar.fo í seinasta lagi 1. juli 2025.

Samrøður verða leypandi, so søk heldur í dag enn í morgin.

Byrjanardagur er skjótast gjørligt ella eftir avtalu.

Vilt tú vita meira?
Hevur tú spurningar um eitt hvørt, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jógvan Jón O.Henriksen, matstovuleiðara á Hotel Vágum, tel. 294011 ella t-postur jogvanjon@hotelvagar.fo

Um okkum
Í 2023 varð farið undir at høvuðsumvæla og nútímansgera Hotel , og nú er stásiligahotellið klárt. Við 25 kømurum, nýggjari matstovu, tveimum fundarhølum og einum stórumnýmótans køki, eru vit spent uppá at fara undir okkara fyrsta fulla summar. Hotellið liggur vælfyri, 5 minuttir frá flogvøllinum í Vágum og dyrnar til útheimin kundu ikki verið tættari. Hotelliðliggur eisini eitt hanagleiv frá alskyns áhugaverdum støðum, so sum Trøllkonufingri,Trælanípu, Bøsdalafossi, Tindhólmi, Drangunum, Múlafossi og Mykinesi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið