Lýsing
Droymir tú um at leiða eitt sjarmerandi hotell og skapa upplivingar, sum gestir ongantíð gloyma? Á Hotel Tórshavn fært tú møguleika at seta tín egna dám á staðið og menna eitt livandi hotel, har gestir altíð føla seg vælkomnan.
Hotel Tórshavn liggur mitt í hjartanum í Tórshavn við útsýni yvir Vágsbotn. Við sínum 43 kømrum og ríku søgu, sum røkkur heilt aftur til 1923, er hetta eitt heilt serligt stað, ið upprunaliga var kent sum "Sjómansheimið".
Vit leita eftir einum eldhugaðum hotelleiðara, sum vil vera við til at menna og skapa eitt hotel, har bæði gestir og starvsfólk trívast, og har hugnaligar upplivingar eru í fokus.
Les meira um starvið og send tína umsókn við at trýsta her:
https://alfred.fo/starv/hotelleidari-til-hotel-torshavn-1