Útgivið
12. maj 2022
Útgongur
27. maj 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Hoyriklinikkin søkir eftir skrivara at byrja 1. juli ella skjótast gjørligt

Hoyriklinikkin søkir eftir skrivara at byrja 1. juli ella skjótast gjørligt

Hoyriklinikkin á Landssjúkrahúsinum heldur til á Oyrna- Nasa- Hálsdeildini á 4. hædd, har eisini Tannlæknin er.

Hoyriklinikkin veitir kanningar og viðgerðir til børn og vaksin við niðursettari hoyrn og trupulleikum við tinnitus. Eisini veita vit tænastu til fólk við BAHA-tólum og CI (cochlear Implant). Harumframt gera vit hoyriscreeningar av nýføðingum í Føroyrum.

Tú kemur at arbeiða sum skrivari fyri audiologistin og kemur eisini at arbeiða í tøttum samstarvi við aðrar skrivarar og læknaskrivarar á Skurðdeplinum.

Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna m.a. um:

  • Móttøku
  • Koordinering av kalendara
  • Samskifti við sjúklingar og avvarðandi
  • Journalarbeiði / journalisering
  • Bílegging av tólum o.ø. úr Danmark
  • Postmóttøka
  • Bóking av rokningum
  • Ymiskt fyrifallandi arbeiði

Skipanir, ið verða nýttar eru Cosmic, Outlook, Officepakkin og Noah4.

Førleikakrøv:

  • Skrivstovuútbúgving ella líknandi útbúgving
  • Góðan telduførleika
  • Dugir væl at orða teg á føroyskum og donskum

Persónligu førleikakrøv:

  • Arbeiðir effektivt
  • Samstarvssinnað/ur
  • Áhugað/ur í tvørfaklingum samstarvi
  • Jalig/ur av lyndi
  • Trívist í einum skundmiklum gerandisdegi
  • Røkin

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hjørdis í Liða, audiologist á tlf. 252727.

Umsóknarfreistin er 27.05.2022

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skulu havast við til møguliga samrøðu.

Søk starvið her

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið