P/F ArtiCon
Útgivið
28. april 2023
Útgongur
18. maj 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Kundi tú hugsað tær at arbeitt við setanarviðurskiftum, starvsfólkaviðurskiftum og fyrisitingarligum HR-uppgávum? So er tað kanska tær, vit leita eftir til eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv á okkara starvsfólkadeild.

Talan er um eitt farloyvisstarv frá 1. juli 2023 til 31. oktober 2024 við møguleika fyri, at tíðarskeiðið kann verða longt.

ArtiCon er eitt arbeiðspláss við góðum starvsfólkum, og virða vit óformella umhvørvið og lætta tónan í samspæli við fakligan dugnaskap og málrættað arbeiðsavrik. Yvirhøvur hjálpa vit hvør øðrum og geva góða fakliga vegleiðing.

Arbeiðs- og ábyrgdarøki
Starvið fevnir í høvuðsheitum um:

  • at umsita og dagføra setanarskriv umframt at umsita onnur setanarviðurskifti í tráð við galdandi sáttmálar og lógir
  • at umsita og endurnýggja arbeiðsloyvir o.l. hjá útlendskum starvsfólkum
  • at umsita GDPR økið
  • arbeiði við burðardygd

Aðrar uppgávur:

  • at umsita HR-skipanina, intranetið og aðrar viðkomandi skipanir
  • at samskipa og ráðgeva í samband við starvssetanir
  • at skipa fyri innleiðlsu av nýggjum starvsfólkum
  • at røkja aðrar vanligar HR-fyrisitingarligar uppgávur

Tín vangamynd
Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi útbúgving og starvsroyndir, helst frá HR, løgfrøði ella líknandi øki. Vit vænta, at tú:

  • hevur áhuga, áræði og evnini at arbeiða við uppgávum innan fyrisiting og HR-løgfrøði
  • dugir væl at orða teg í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum
  • hevur royndir við vanligum telduforritum eitt nú Word og Excel og hevur áræði at seta teg inn í nýggjar skipanir
  • vísir nærlagni í øllum uppgávum
  • trívist væl við ymiskum arbeiðsuppgávum
  • hevur góð samstarvsevnir og dugir samstundis væl at arbeiða sjálvstøðugt
  • Tað er ein fyrimunur, at tú hevur kunnleika til starvsfólkarætt.

Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum óformellum arbeiðsumhvørvi við ídnum starvsfeløgum. Tú fær góðar royndir innan fleiri ymisk HR øki, sum kunnu menna teg fakliga og persónliga.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.

Meir at vita
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Rakul B. Gardar, HR-ráðgeva á tlf. 286122 ella Hera Kjærbo, HR-leiðara á tlf. 286171.

Umsókn
Umsókn við prógvum og lívsrensli skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 18. mai 2023. Tú søkir starvi her.

 

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiðir, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast umleið 270 fólk.

Líknandi størv

4. juli 2025
  Faroe Islands nýtt
4. juli 2025
Ráðgevi til Vinnuhúsið   Faroe Islands nýtt
2. juli 2025
Sjóneykuna á føroyskt tilfeingi   Faroe Islands nýtt
16. juni 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið