Fróðskaparsetur Føroya
Útgivið
21. september 2024
Útgongur
3. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Kundi tú hugsað tær at ment og røkt starvsfólkaøkið á Setrinum? So er tað kanska tær, vit leita eftir til eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv sum HR-ráðgevi.

Um starvið
Setrið vil uppraðfesta HR-økið og tryggja, at øll virkisøkir verða stuðlað av HR-tiltøkum. Sum starvsfólk á HR-deildini fært tú møguleika at arbeiða við sera fjølbroyttum uppgávum í tøttum samstarvi við leiðslu. Høvuðsuppgávurnar í starvinum eru:

  • at samskipa og ráðgeva í sambandi við starvssetanir og starvsfólkamál
  • at arbeiða saman við øðrum at orða/endurskoða politikkar
  • at fremja trivnaðarkanningar og arbeiða við úrslitunum
  • saman við øðrum at skipa fyri innanhýsis skeiðum og trivnaðartiltøkum
  • at halda í træðrunum og vera sparringspartnari í sambandi við førleikamenning
  • at arbeiða við fjølbroytni, javnrættindi og inklusjón
  • at røkja aðrar vanligar HR-fyrisitingarligar uppgávur

Tín vangamynd
Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi útbúgving og starvsroyndir, gjarna frá HR ella líknandi øki. Vit vænta, at tú:

  • hevur áhuga og áræði at arbeiða við uppgávum bæði í fyrisiting og menning
  • dugir væl at orða teg bæði í skrift og talu – serliga á føroyskum, men eisini á donskum og enskum
  • hevur royndir við vanligum telduforritum og hevur áræði at seta teg inn í nýggjar KT-skipanir
  • nært ásettum málum og trívist væl við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum
  • hevur góð samstarvsevnir, men dugir samstundis væl at arbeiða sjálvstøðugt

Tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt, at tú hevur kunnleika til løgfrøði.

Vit bjóða

  • eitt spennandi og avbjóðandi starv
  • ein ágrýtnan starvsfelagabólk á høgum fakligum stigi og eitt spennandi umhvørvi
  • góðar møguleikar fyri førleikamenning

Umsókn, freist og samband
Starvið er eitt fulltíðarstarv og verður sett skjótast til ber. Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, sum sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum landsstýrið og avvarðandi fakfelag.

Umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 2. oktober 2024. Tú søkir starvið við at fylla hetta oyðiblaðið út og hefta viðkomandi skjølini við.

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Katrina Poulsen, HR-leiðara, á tel. 292518 ella KatrinP@setur.fo fyri at fáa meira at vita um starvið.

Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum. Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 1.000 lesandi og yvir 180 starvsfólk.

Fróðskaparsetur Føroya er sjálvstøðugur, almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini eins og ásett er í lóg um stovnin. Fróðskaparsetrið tekur undir við Magna Charta Universitatum, verjir granskingarfrælsið hjá tí einstaka vísindafólkinum og eggjar til samstarv, kritiskt orðaskifti og til forvitna og óhefta leitan eftir nýggjari vitan og kunnleika.

Fróðskaparsetrið er í høvuðsheitum alment fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini. Harumframt eru fleiri verkætlanir fíggjaðar við uttansetursstuðli frá m.a. Granskingarráðnum og vinnulívinum. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi.

Líknandi størv

19. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið