Lýsing
Nú hevur tú møguleikan at koma í starvsvenjing í eini føroyskari byggifyritøku, sum setir dygdina, trygdina og trivnaðin í hásæti. Okkara vøkstur er grundaður á holla fakliga vitan, og vit raðfesta tí útbúgving og vilja fegin samstarva vit teg, ið er undir hægri lesnaði.
Vit hava bæði størri og smærri verkætlanir, so góður møguleiki er at fáa fjølbroyttar uppgávur, avbjóðingar og royndir í starvstíðini.
Arbeiðsøki
Starvið sum starvspraktikantur innan HR fevnir millum annað um:
- Employer branding
- Innleiðslu (On-boarding)
- Aðrar HR uppgávur eftir egnum ynski
Vit frætta fegin meira um tað, tú brennir fyri í lesnaðinum!
Tín vangamynd
Er tú í holt við síðsta part av tíni útbúgving og hevur hug at royna teg á arbeiðsmarknaðinum, so er hetta ein góður møguleiki.
Vit ímynda okkum, at tú hevur góð samstarvsevni, dugir væl at samskifta og at arbeiða miðvíst, sjálvstøðugt og ábyrgdarfult. Vit ímynda okkum, at tú tekur útbúgving innan HR ella aðra útbúgving, sum er viðkomandi.
Vit bjóða
Eina spennandi og avbjóðandi starvsvenjing, har tú hevur møguleika at ávirka og fáa ábyrgd. Tú hevur góðar umstøður at menna teg bæði persónliga og fakliga, so tú leggur lunnar undir eina komandi yrkisleið. Tú gerst partur av eini HR deild, sum telur tvey fólk, og kemur at samstarva við aðrar deildir í Articon. Sum lesandi hevur tú møguleika at sleppa í starvsvenjing hjá okkum í bæði styttri ella longri tíðarskeið. Saman skipa vit tína starvsvenjing, soleiðis at hon gerst bæði innihaldsrík og mennandi.
Meira at vita
Hevur tú spurningar til praktikkstarv hjá okkum, kanst tú venda tær til Hera Kjærbo, HR-leiðara á tlf. 286 171 ella Rakul B. Gardar, HR-ráðgeva á tlf. 286122.
Umsókn
Tú søkir praktikpláss her.
ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast umleið 270 fólk.