Útgivið
16. april 2019
Útgongur
3. maj 2019
Vitjandi
0

Lýsing

Søkt verður eftir húsavørði at byrja 15. mai 2019 ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um viðlíkahald av bygningum hjá Klaksvíkar kommunu, umframt annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði.

Førleikakrøv:
Vit ímynda okkum, at tú ert handverkari ella hevur aðra viðkomandi útbúgving.

  • At tú hevur góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
  • At tú ert samstarvssinnað/ur
  • At tú ert vælskipað/ur
  • At tú hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði.

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv, ið verður lønt sum handverkari sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverkarafelag.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast sum teldupostur til klaksvik@klaksvik.fo ella til Klaksvíkar kommuna, Postsmoga 2, 710 Klaksvík.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 3. mai 2019 kl. 12.00. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til: Hans Fróða Hansen, tlf. 213249, hfh@klaksvik.fo, ella til Óla Jákup Bech, tlf. 228788, ojb@klaksvik.fo

Líknandi størv