Útgivið
10. februar 2022
Útgongur
25. februar 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Húsavørður til Vestmanna Skúla og Ítrottarhøll

Søkt verður eftir húsavørði til Vestmanna Kommunu at arbeiða fulla tíð frá 1. apríl 2022.

Uppgávur:
Uppgávurnar hjá húsavørðunum eru fjøllbroyttar. Viðkomandi skal m.a.:

  • hava umsjón og viðlíkahald av bygningunum
  • røkja økini uttan um bygningarnar
  • hava eftirlit við hita-, vatn- og elskipanum
  • gera hølir klár í samband við virksemið í skúlanum og ítrottarhøllini

Førleikar:
Húsavørðurin skal:

  • hava útbúgving sum timburmaður ella líknandi handverkaraútbúgving
  • viðkomandi arbeiðsroyndir
  • kunna arbeiða sjálvstøðugt og hava góð evnir at samstarva við starvsfelagar og onnur
  • duga at loysa trupulleikar, tá ið á stendur
  • vera fyrikomandi, ágrýtin, jaligur og hava gott handalag
  • trívast við broytingum í arbeiðsdegnum
  • hava koyrikort
  • hava kt-førleikar á brúkarastigi

 

Lønarviðurskifti
lønar- og setanarviðurskifti eru sambært avvarandi sáttmála.

Setanarøkið er Vestmanna Kommuna við núverandi setarnarstaði í Vestmanna Skúla.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum millum kl 07:00 og 23:00, umframt eisini vaktarhald 3. hvørt vikuskifti.

 

Meira fæst at vita
um starvið við at venda sær til Jákup Durhuus, tekniska deild, á tlf.: 770 105.

 

Skrivlig umsókn
við avritum av prógvum og viðmælum skal sendast til vestmanna@vestmanna.fo, viðmerk ”húsavørður”.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 25. februar 2022 kl 12:00.

 

Líknandi størv

12. februar 2026
12. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið