Lýsing
Ert tú til reiðar at samskipa heilsu-, trygdar- og umhvørvisarbeiðið hjá einum av Føroya fremstu almennu stovnum? Sum HTU-samskipari á Landsverki fært tú møguleikan at mynda og dríva átøk innan HTU-økið, ið ikki bert skapa ein tryggan og heilsugóðan gerandisdag á stovninum,. Talan er um eitt týdningarmikið starv, har tú veruliga kanst gera mun og skapa eitt tryggari og burðardyggari arbeiðspláss í einum álítandi almennum stovni.
Arbeiðsuppgávur
Tú fært ábyrgdina at samskipa heilsu-, trygdar- og umhvørvisarbeiðið á stovninum, og tú skalt fyrst og fremst menna og dríva trygdararbeiðið, sum longu er í gongd. Hetta inniber millum annað:
- Menning, dagføring og íverksetan av trygdarmannagongdum
- Fyriskipan av regluligum trygdarfundum
- Kunning til starvsfólk um trygdarmál
- Umsiting av umhvørvisgóðkenningum
- Samskipan av átøkum innan burðardygd
- Ad hoc uppgávur
Vit vænta, at tú:
- Hevur viðkomandi útbúgving og gott innlit í anlegg og byggivinnuna.
- Hevur starvsroyndir frá líknandi starvi og/ella útbúgving innan HTU (ein fyrimunur).
- Dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og skipað.
- Dugir væl at samstarva og samskifta við fólk á øllum stigum.
- Ert virkisfús/ur og dámar væl at ganga á odda við nýggjum mannagongdum og átøkum.
- Hevur koyrikort.
Um tú ikki hevur útbúgving innan HTU, verður møguleiki givin at menna førleikar á arbeiðsøkinum.
Vælkomin á deildina
Tú verður ein partur av Deildini fyri Skipan og Menning. Vit eru ein fjølbroyttur starvsfólkahópur við ymiskum yrkiskunnleika, og tínir starvsfelagar fáast við m.a. fyrisiting, samskifti, løgfrøði, KT og HR. Tú fært eitt arbeiði við smidleika, har tað eisini verður rúm fyri lívinum uttan fyri skrivstovuna. Vit leggja dent á eitt opið sinnalag, ið miðar eftir loysnum, og at lagið er gott og stuttligt á skrivstovuni. Vit hava virðing fyri yrkiskunnleikanum hjá hvørjum øðrum og virðismeta eitt álitisfult arbeiðsumhvørvi.
Løn og setan
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv við tænastustaði á skrivstovuni í Havn. Starvið verður sett skjótast til ber. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi fakfelag.
Umsóknir
Prógv og lívrensl (CV) skulu saman við umsókn sendast umvegis heimasiðu okkara www.landsverk.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. apríl 2025. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Thomas Magnussen, deildarleiðara, á tlf. 290 811 og thma@lv.fo.
Um Landsverk
Sum landsins byggiharri stílar Landsverk fyri nøkrum av Føroya størstu og mest kompleksu byggi- og annlegsverkætlanum. Til eina og hvørja tíð eru fleiri enn 80 størri og minni verkætlanir í gongd. Harumframt er røkt av fleiri enn 200 bygningum hjá landinum upp á tilsamans 260.000 m2 og meiri enn 500 kilometrum av landsvegi, brúgvum og tunlum umframt tyrlupallum, vitum og landshavnum. Landsverk er eisini landsvegamyndugleiki og hevur ábyrgd av viðlíkahaldi og kavarudding. Stovnurin rekur eisini inntøkufíggjað virksemi í trimum grótbrotum og einum asfaltsverki.