Lýsing
MEST styrkir HTU-toymið og søkja vit nú eftir einum eldhugaðum HTU starvsfólki afturat.
Tú verður ein týðandi partur av arbeiðinum at tryggja, at MEST er eitt arbeiðspláss, har fólk trívast og mennast undir tryggum og skipaðum viðurskiftum. Eisini verður tú við til at menna og røkja okkara trygdarskipan, ráðgeva formonnum og starvsfólkum og tryggja, at vit framhaldandi liva upp til okkara mál, um:
At skapa eitt heilsugott arbeiðspláss, ið setur ágrýtni, arbeiðsgleði, trygd og heilsu í hásæti.”
Um starvið
Arbeiðsøkið fevnir m.a. um:
- at verða við til at samskipa HTU-arbeiðið á MEST
- at stuðla formonnum og trygdarumboðum í dagliga rakstrinum
- at hava eftirlit við trygdini á arbeiðsplássinum
- at undirvísa og kunna starvsfólk um HTU
- aðrar viðkomandi uppgávur
Um teg
- Tú hevur viðkomandi útbúgving ella royndir innan heilsu, trygd og umhvørviTú hevur tøkniliga vitan og handverksfatan
- Tú ert skipað/ur, ábyrgdarfull/ur og hevur gott eyga, bæði fyri fólki og smálutum
- Tú dugir at samskifta greitt og fáa onnur við tær, eisini fólk av øðrum tjóðskapi
- Tað kann verða fyrimunur, um tú hevur kunnleika til arbeiðsumhvørvisreglur og lógarverk
Nakað fyri teg?
Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Anniku Hansen, HTU-leiðara, tlf. 79 12 59 ella ah@mest.fo
Starvið, ið er eitt fulltíðarstarv, verður sett skjótast tilber, og lønin verður ásett sambært avtalu. Starvsstaðurin kann verða í Tórshavn, Runavík ella á Skála.
Umsóknir, saman við prógvum, CV og møguligum ummælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 19. novembur 2025.
Vit eru MEST
Samtakið MEST er samansett av trimum virkisøkjum, nevnliga Skipasmiðjum, verkstaði til framleiðsluvinnuna og Offshore tænastum. Virksemið umfatar í høvuðsheitum at smíða, umbyggja og umvæla skip – og at framleiða útgerð úr rustfríum stáli til vinnuna á sjógvi og á landi. Okkara starvsfólk eru serkøn innan stál, el, mekanikk, hydraulikk, plast, timbur og máling. Eisini selja vit eykalutir og veita tænastur við sleiparum og kranum. Umleið 500 starvsfólk starvast í samtakinum.
 
					 
         
        