Lýsing
Okkara farnet hevur nýggjastu og mest framkomnu tøknina innan fartelefonsamskifti. Í løtuni hava vit spennandi tøkniligar starvsmøguleikar til tín, sum hevur hug at menna og viðlíkahalda farnetið og hug at gerast partur av spennandi 5G-verkætlanini.
Starvið sum tøknifrøðingur hóskar væl til tín, sum leggur stóran dent á samstarv og trívist við ábyrgd.
Sum partur av teleøkinum verður tú partur av kjarnutoymi, sum arbeiðir í stórum, tøkniligum umhvørvi við nýggjastu farnetstøknini. Dagligi raksturin á deildini fevnir um viðlíkahald og menning av tænastum og tólbúnaði innan farnet, IP-net ella IP-útgerð. Harafturat hevur deildin javnan samband við stórar útlendskar tøknifyritøkur.
Við ímynda okkum, at tú ert verkfrøðingur, teldufrøðingur ella hevur líknandi útbúgving, ið leggur seg upp at leiklutinum sum tøknifrøðingur innan fartelefonsamskifti. Fyri at koma væl inn í leiklutin er fyrimunur, at tú hevur royndir innan:
- Linux/UNIX-skipanir
- Menning, umsiting og trygd av IP-útgerð, sum t.d. beinara, switch og firewall.
- Virtuellar skipanir
- VPN-tøkni, sum t.d. MPLS og IPsec.
- Nettala (VoIP)
Talan er um tvey størv, ið eru leys at søkja. Arbeiðsstaðurin er í høvuðssætinum í Hoyvík, men møguleiki er eisini at hava skiftandi arbeiðsdag í Runavík, Klaksvík ella á Tvøroyri. Møguleiki er fyri at skipa arbeiðstíðina fleksibult, og lønin er sambært viðkomandi sáttmála.
Freistin at søkja størvini er hósdagin 20. oktober 2022, og størvini verða sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.
Søk størvini her.
Nærri fæst at vita við at ringja ella skriva til Erland Jensen, deildarleiðara, á 243534 og erj@ft.fo.