Útgivið
17. august 2021
Útgongur
6. september 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Hug at gerast ein partur av toyminum?

MBM søkir dugnaligan og álítandi pakkioperatør at byrja 13. septembur 2021. Talan er um eitt spennandi starv, har tú sum operatørur hevur ábyrgd av at koyra og viðlíkahalda pakkimaskinur. Tú verður partur av einum pakkitoymi, har uppgávurnar eru fjølbroyttar. Umframt hetta kemur tú eisini at samstarva við tekniska toymið á virkinum.

Arbeiðsuppgávur
Starvið fevnir í høvuðsheitum um:

  • Koyra og viðlíkahalda pakki maskinur
  • Verða partur av reingerðarskipanini á virkinum

Ymsar fyrifallandi uppgávur á virkinum

Førleikakrøv
Vit vænta, at tú

  • Er opin, fyrikomandi og dugir væl at samskifta.
  • Er skipað(ur), sjálvstøðug(ur) og tekur ábyrgd.
  • Fyrimunur er at tú hevur eina útbúgving innan maskin, EL, ella annað handverk

Setanarviðurskifti
Talan er um starv, sum er ásett at verða 40 tímar um vikuna við starvsetan 13. septembur 2021 ella skjótast til ber. Lønin verður ásett eftir nærri avtalu, og afturat lønini verður knýtt ein eftirlønarskipan.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og CV kann sendast til MBM, Vegurin Langi 31, 188 Hoyvík ella til hr@mbm.fo í seinasta lagi mánadagin 6. septembur 2021.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Tony Weyhe, Virkisleiðara á

telefon 29 20 59, ella á telduposti: tw@mbm.fo

Líknandi størv

13. februar 2026
13. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið