Lýsing
Hevur tú áhuga fyri motorum og hug til eina útbúgving, sum skiftir millum at fáast við motorar og framleiða streym til Føroyaland allan sólarringin meginpartin av lærutíðini – men har tú eisini fert í skúla ein part av lærutíðini, so er útbúgvingin sum maskinsmiður kanska hin heilt rætta til tín. Vit sóknast eftir einum maskinsmiðjulærlingi til Sundsverkið.
Í lærutíðini lærir tú um motorar, framleiðslutilgongdir og viðlíkahald og montering av motorum. Skúlagongdin er á Glasi, og er skipað soleiðis, at tú 1. og 2. árið ert í skúla í 20 vikur og 3. árið í 10 vikur. Umframt hetta kemur sjálv sveinaroyndin. Hevur tú longu ein part av SIT ella yrkisnámi, verður lærutíðin stytt samsvarandi.
Arbeiðsstaðurin er Sundsverkið. Í lærutíðini ert tú partur av einum væl skipaðum arbeiðsplássi, har tú fært starvsfelagar og lærumeistarar, ið stuðla og vegleiða, so at tú fært eina áhugaverda og læruríka lærutíð í tryggum kørmum. Saman við dugnaligum starvsfelagum verður tú við til at veita øllum føroyingum streym.
Tú
Vit vænta, at tú ert arbeiðssom/samur og hevur í minsta lagi 9. floksprógv.
Vit vænta eisini, at tú dugir væl at samskifta og samstarva, og at tú ert fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.
Til læruplássið sum maskinsmiður er neyðugt, at tú hevur koyrikort til persónbil, ella at tú útvegar tær hetta skjótast gjørligt.
Løn
Løn og starvsviðurskifti verða ásett sambært lærusáttmála.
Umsóknin
Nærri upplýsingar um starvið fáast frá Jørgin Mørkøre, verkmeistara á telefon 286912.
Umsóknarfreistin er sunnudagin 15. oktober 2023.
Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum skulu sendast til: starv@sev.fo
SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá SEV virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. SEV er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, ið var stovnað 1. oktober 1946.