Lýsing
Seatravel.fo í Sørvági leitar eftir skipara og ferðaleiðara!
Hevur tú hug at arbeiða á sjónum og geva ferðafólki eina serliga uppliving í føroysku náttúruni? So er hetta møguleikin fyri teg!
Um okkum
Seatravel.fo er ein føroyskur ferðavinnuveitari, ið siglir túrar úr Sørvági til nøkur av vakrastu og mest sermerktu støðunum í Føroyum – m.a. Drangarnar, Tindhólm, Múlafoss og aðrar náttúruperlur.
Vit bjóða eksklusivar túrar við bátum við pláss fyri upp til 10 ferðafólk. Hesir bátar eru væl egnaðir til friðarligar og upplýsandi túrar, har gestir úr øllum heiminum sleppa at uppliva serstøku føroysku náttúruna frá sjónum – við góðum komforti.
Í 2023 vunnu vit heiðurin “Ársins nýbrót” frá Ferðavinnufelagnum – ein staðfesting av okkara dygd, nýhugsan og sterku menning í føroysku ferðavinnuni.
Um starvið
Tú ert bæði skipari og ferðaleiðari – tú stýrir bátinum og greiðir frá um náttúru, søgu og mentan.
Starvið er fleksibult part- og fulltíðarstarv frá apríl til september – t.d. um tú gongur í skúla, arbeiðir á sjónum og hevur frí millum túrar, ella bara vilt forvinna eyka. Arbeiðið kann vera bæði um dagin, kvøld og í vikuskiftum.
Vit vænta, at tú hevur:
- Prógv sum skipari ella dugnaskapsroynd
- Galdandi heilsuprógv og trygdarskeið (STCW)
- Góð samskiftisevni á føroyskum og enskum
- Áhuga fyri náttúru
- Evni at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
Vit bjóða
- Eitt fjølbroytt og spennandi starv
- Arbeiði í vøkrum og livandi umhvørvi
- Løn sambært avtalu
Umsókn og kunning
Send umsókn til seatravel@seatravel.fo
Ring til Elias Davidsen á tlf. 286878