Lýsing
Hug til at arbeiða við sosialpolitikki?
Almannamálaráðið søkir eftir virkisfúsum fulltrúa til avbjóðandi og spennandi starv, har uppgávurnar krevja, at tú er nýhugsandi, hevur góð samstarvsevni og áhuga fyri økinum, sum ráðið varðar av.
Vilt tú vera við til at menna sosialar skipanir við serligum denti á tænastur til børn, ung og vaksin við serligum avbjóðingum? So er eitt starv sum fulltrúi í Almannamálaráðnum leyst at søkja at seta skjótast til ber. Starvið er á deildini fyri almanna- og familjumál, sum umsitur trivnaðartænastur, almannaveitingar, barnavernd og persóns-, familju- og arvarætt.
Starvið
Á deildini fyri almanna- og familjumál arbeiða vit m.a. við at skipa karmarnar fyri sosialpolitikki landsstýrisins. Tú fert at arbeiða við einum fjølbroyttum úrvali av ráðgevandi og fyrisitingarligum uppgávum, og at vera við til at gera hugskot til veruleika.
Høvuðsuppgávur eru:
- At smíða lógaruppskot, kunngerðir og rundskriv
- At menna nýggjar skipanir og samstørv
- At ráðgeva landsstýrismanninum
- At ráðgeva og leiðbeina stjórnarráðum, stovnum og felagsskapum
- At svara fyrispurningum úr eitt nú Løgtinginum
- At umboða stjórnarráðið í tvørgeiraligum samstarvi, arbeiðsbólkum o.ø.
- Málsviðgerð
Talan er um starv í einum spennandi politiskum arbeiðsumhvørvi, og tú skalt vera før/ur fyri at arbeiða undir einum ávísum trýsti.
Førleikar
Tú hevur útbúgving á kandidatstigi innan stjórnmálafrøði, samfelagsfrøði, løgfrøði ella sambæriligt prógv.
Tú er nærløgd/nærlagdur og tænastusinnað/-ur og hevur góðar samskiftisførleikar, bæði skrivliga og munnliga, dugir at arbeiða sjálvstøðugt, men eisini at samstarva við onnur.
Tú hevur hegni at finna loysnir, at hugsa nýtt, eins og tú trívist við at arbeiða undir teimum treytum, ið eru galdandi í eini politiskari fyrisiting.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið ella avvarðandi yrkisfelag.
Umsókn
Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skulu sendast talgilt til Almannamálaráðið á umsokn@amr.fo.
Umsóknarfreist
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 23. mars 2022.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hera Petersen, virkandi deildarstjóra, á tlf. 734042 ella umvegis teldupost á heri.petersen@amr.fo.
Almannamálaráðið umsitur almannamál, bústaðarmál, javnstøðumál og persóns-, familju- og arvarætt og veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika.