P/F ArtiCon
Útgivið
22. oktober 2024
Útgongur
5. november 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ger tínar dreymar til veruleika sum húsasmiður – vit sóknast eftir dugnaligum handverkarum at byrja so skjótt sum til ber.

Ert tú húsasmiður ella hevur royndir í fakinum, og vilt tú arbeiða í einum spennandi og nýmótans umhvørvi, har tínir førleikar verða virðismettir og alsamt hvestir? Kom og smíða hjá ArtiCon.

Tú kanst byrja í morgin, um tað skal vera. Vit eru í eini spennandi tíð við nógvum virksemi og leita tí eftir royndum og ágrýtnum timburmonnum og timburkvinnum, ið vilja skapa framtíðar byggiverkætlanir saman við okkum.

Sum partur av toymi okkara fært tú møguleikan at arbeiða kring alt landið saman við starvsfeløgum, ið leggja dent á dygd í øllum lutum. Eru tit fleiri, ið arbeiða saman, kunnu tit eisini søkja sum eitt samlað timburtoymi.

 Vit vænta, at tú

  • hevur viðkomandi útbúgving sum handverkari ella hevur drúgvar royndir frá timburarbeiði
  • ert arbeiðssamur/-som
  • ert røkin og nærlagdur/løgd
  • ert álítandi
  • hevur góð samstarvsevnir

Vit bjóða

  • Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti
  • Nútímans útgerð.
  • Eina spennandi yrkisleið
  • Møguleikum fyri persónliga og fakliga førleikamenning
  • Eitt gott arbeiðsumhvørvi

Lønin og setanartreytir

Størvini verða sett, skjótast til ber. Lønin og setanartreytir verða samsvarandi royndum og førleikum.

leinkja til lýsing:

Leinkja til umsóknarblað:

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið