P/F SMS
Útgivið
4. december 2025
Útgongur
4. januar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Hevur tú hug at starvast við rakstri, bygging og viðlíkahaldi í Føroya størstu handilsfyritøku?

SMS hevur seinastu árini víðkað um sítt virksemið til at umfata handlar og matstovur kring alt landið.

Vit reka í dag sølumiðstøðirnar SMS og Miðlon í Havn, Bryggjuna í Runavík, bakaríið Mylnan, Bónus-handlarnar, Miklagarð, matarstøðini í SMS og Angus Steakhouse í Tórshavn og Klaksvík.

Vit leita eftir einum dugnaligum húsasmiði ella líknandi, ið er fakliga væl fyri og gongur upp í sítt handverk.

Talan er um eitt fjølbroytt og mennandi starv, har tú verður partur av einum toymi, sum hevur ábyrgd av byggiverkætlanum, viðlíkahaldi og umvæling av bygningum hjá SMS-samtakinum.

Tað er tydningarmikið, at tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni, tá tú kemur at starvast saman við verkætlanarleiðara og øðrum fakbólkum.

Vit ímynda okkum, at tú

  • hevur viðkomandi útbúgving innan handverk
  • dugur væl at samstarva, samstundis sum tú kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • hevur góð evni at loysa byggitekniskar uppgávur og hevur eyga fyri smálutum
  • er ábyrgdarfull/ur og hevur áhuga fyri at menna teg fakliga
  • hevur koyrikort (ein fyrimunur)

Vit kunnu bjóða tær

  • eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv í einum virknum og fakliga sterkum toymi
  • góðar arbeiðsumstøður og møguleika fyri fakligari menning
  • løn og treytir sambært avtalu
  • eitt arbeiðspláss, har trivnaður og samstarv er í hásæti

Talan er um fulltíðarstarv.

Umsóknarfreistin er 4. januar 2026 á midnátt, og starvið verður sett eftir avtalu.

Umsókn, lívsrensl og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast umvegis leinkjuna her: https://sms.totalview.cloud/recruitment/application/index/2366.

Hevur tú spurningar um starv ella starvssetan, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Høgna Zachariasen á telefon 216525.

Hevur tú hug at vera við til at byggja og røkja karmarnar kring virksemið hjá SMS-samtakinum?

So gleða vit okkum at hoyra frá tær!

Líknandi størv

KT support lærlingur til Storm   Faroe Islands nýtt
5. februar 2026
5. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið