Lýsing
Leitar tú eftir einari breiðari útbúgving, har tú lærir um nógvar ymiskar skipanir, viðlíkahald og fært handverk í fingrarnar?
Kom og ver húsavarðalærlingur hjá Bygningsrakstri, sum varðar av røkt og umvælingum av bygningunum hjá Tórshavnar kommunu. Sum húsavarðalærlingur fært tú eina fjølbroytta vitan innan hita-, luftskiftis-, el- og aðrar tekniskar skipanir, umframt at tú gerst partur av okkara dugnaliga húsavarðatoymi.
Vit bjóða
Vit bjóða tær eitt spennandi, fjølbroytt og nútímans lærupláss, hvørs uppgávur m.a. fevna um at røkja dagstovnar, skúlar og ellis-/røktarheim.
Sum lærlingur kemur tú at arbeiða saman við øðrum húsavørðum.