Sørvágs Kommuna
Útgivið
6. februar 2025
Útgongur
20. februar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir einum húsavørði til Sørvágs kommunu at byrja 01. mars 2025, ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðsuppgávur:
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar. Talan er um ymiskar fyrifallandi uppgávur. Umvælingar/viðlíkahald av bygningum, bæði innan og uttan, umframt økir uttandura. Eisini skalt tú kunna taka á teg uppgávur uttan fyri vanliga arbeiðstíð. t.d. um tiltøk eru.

Førleikar:

  • Vit ynskja, at tú hevur góð handalig evni og eina handverkaraútbúgving.
  • Sum persónur ert tú arbeiðsom/samur, ágrýtin og røkin, og tú hevur hug, at seta teg inn í nýggj arbeiðsøkir.
  • Sjálv/ur dugir at síggja hvat tørvur er á í mun til viðlíkahald o.a.
  • Vera fyrikomandi, samstarvs- og tænastusinnað/ur og duga at samskifta bæði við børn og vaksin.
  • Duga at arbeiða sjálvstøðugt.

Setanarviðurskifti:
Talan er um eitt fulltíðarstarv, lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og avvarandi yrkisfelag.

Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal vera Sørvágs kommunu, Varðagøtu 8, 380 Sørvági ella sorvag@sorvag.fo í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 20.februar kl. 12:00

Um tú ynskir at fáa meira at vita um starvið, vinarliga ring til Jákup Suna Lauritsen tekniska leiðara á tlf. 233216

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Sørvágs kommuna tilskilar sær rættin til, ikki at seta nakran av umsøkjaranum, og um neyðugt, at lýsa starvið av nýggjum.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið