Klaksvíkar Kommuna
Útgivið
5. december 2025
Útgongur
17. december 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Klaksvíkar kommuna søkir eftir einum húsavørði til fast fulltíðarstarv á dagstovnaøkinum at byrja í januar 2026, ella skjótast gjørligt.

Dagstovnarnir hjá kommununi eru 7 í tali umframt frítíðarskúli, og kemur tú saman við øðrum húsavørði at hava dagliga umsjón við hesum.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar. Talan er um ymiskar fyrifallandi uppgávur á dagstovnunum, smærri ný- og umbyggingjar og umvælingar/viðlíkahald av bygningunum, bæði inni og úti, umframt uttanumøki og spæliplássini hjá barnagørðunum.

Førleikakrøv

  • Vit ynskja, at tú hevur góð handalig evni og helst eina handverkaraútbúgving at stuðla undir hetta, t.d. húsavørður, el-innleggjari, timburmaður, maskinsmiður e.l.
  • Sum persónur ert tú arbeiðsom/samur, ágrýtin og røkin, og tú hevur hug at seta teg inn í nýggj arbeiðsøkir.
  • Sjálv/ur dugir at síggja hvat tørvur er á í mun til viðlíkahald o.a.
    Vera fyrikomandi, samstarvs- og tænastusinnað/ur og duga at samskifta við bæði børn og vaksin.
  • Tú skalt duga at arbeiða sjálvstøðugt og lættliga kunna fara til verka við teimum fjølbroyttu uppgávunum sum koma fyri.
  • Koyrikort til persónbil

Les meira um starvið og søk umvegis leinkjuna á okkara heimasíðu, www.klaksvik.fo

Húsavørður til dagstovnaøkið freistin er 17.desembur 2025

Líknandi størv

5. december 2025
5. december 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið