Lýsing
Eysturkommuna søkir eftir einum húsavørði at byrja skjótast gjørligt. Húsavørðurin kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við húsavarðartoymi og rakstarleiðaranum. Húsavørðurin hevur ábyrgd av viðlíkahaldi av bygningum hjá Eysturkommunu.
Arbeiðsuppgávurnar eru:
- At røkja og viðlíkahalda bygningar hjá Eysturkommunu
- At røkja og viðlíkahalda økið rundan um bygningarnar hjá Eysturkommunu
- At røkja og viðlíkahalda almennu spæliplássini
- At syrgja fyri at allar teknisku skipanir virkja á nøktandi hátt
- At skipa vasking saman við vaskifólki
- Aðrar fyrifallandi uppgávur
Vit vænta, at tú:
- Hevur handverkaraútbúgving
- Hevur gott handalag og hevur gott eyga fyri røkt
- Ert ágrýtin, nærlagdur, skipaður og dugur væl at arbeiða sjálvstøðugt
- Dámar eitt arbeiði við fjølbroyttum uppgávum
- Hevur góð samstarvsevni, ert tænastusinnaður og góður at heita á
- Hevur telduforleika á brúkarastigi
Setanar- og lønartreytir:
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum avvarandi yrkisfelag og Kommunala arbeiðsgevararfelag.
Nærri upplýsingar:
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jógvan Júst Olsen, rakstrarleiðara á tlf. nr. 790089 ella Unn S. Perdomo, tekniska leiðara á tlf. nr. 730013.
Umsókn:
Umsóknir við avrit av prógv og møguligum viðmælum, skulu sendast til eystur@eystur.fo í seinasta lagi mikudagin 10. 12. 2025