Lýsing
Bygningsumsitingin á Glasi søkir húsavørð til fulltíðarstarv at byrja skjótast gjørligt.
Vit leita eftir einum húsavørði, sum hevur royndir og útbúgving sum handverkari. Fyrimunur kann verða, um umsøkjarin er elektrikkari.
UPPGÁVUR
Uppgávurnar, sum húsavørðurin skal røkja, eru fjøltáttaðar. Viðkomandi skal m.a.:
- partvíst verða knýttur at el-deildini, har ymiskt fyrifallandi arbeiði verður gjørt
- hava umsjón við bygningunum
- røkja bygningarnar og økini kring bygningarnar
- hava eftirlit við hita- og vatnskipanum
- hava dagliga ábyrgd av tekniskum innleggingum
- gera hølir klár í sambandi við undirvísing, próvtøkur og tiltøk
FØRLEIKAR
Umframt at duga at arbeiða sjálvstøðugt og at samstarva við bæði starvsfólk og næmingar, skal tann, ið settur verður:
- duga at loysa trupulleikar, tá ið á stendur
- vera fyrikomandi og hava gott handalag
- hava útbúgving sum handverkari ella samsvarandi útbúgving
- hava KT-førleikar á brúkarastigi
LØN OG TREYTIR
Starvið er fulltíðarstarv at seta frá 2. oktober 2023 ella sambært avtalu. Setanarstaður er Glasir. Lønar- og sáttmálaviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Handverkarafelag ella Starvsmannafelagið. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Álv Jøkladal, tekniska leiðaran, á tlf. 568001 ella við telduposti alj@glasir.fo.
UMSÓKN
Umsókn skal, saman við CV, avriti av prógvum, viðkomandi skjølum og møguligum viðmælum, sendast til alj@glasir.fo í seinasta lagi mánadagin 11. september 2023.