Fróðskaparsetur Føroya
Útgivið
28. august 2024
Útgongur
17. september 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Starv sum húsavørður á Fróðskaparsetri Føroya verður hervið lýst leyst at søkja. Talan er um fulltíðarstarv. Starvið verður sett skjótast til ber.

Starvsøki
Umframt at vera húsavørður fevnir arbeiðið um nógv samskifti við lesandi, undirvísarar, granskarar og onnur í fyrisiting Setursins.

Tú kemur at arbeiða í einum toymi saman við hinum húsavørðunum, sum eru í starvi á Setrinum.

Fróðskaparsetrið leggur stóran dent á, at umsøkjari hevur góð samstarvsevnir og jaligan hugburð.

Høvuðsuppgávur tínar verða at:

  • skipa, saman við hinum húsavørðunum, fyri at bygningarnir hjá Setrinum verða røktir bæði uttan og innan
  • røkja og halda økið uttan um bygningarnar
  • gera smærri umvælingar
  • syrgja fyri at el, vatn hiti og sanitetsviðurskiftini eru í lagi
  • røkja ventilatiónina
  • syrgja fyri at brunaviðurskifti og trygdarútbúnaður er í lagi
  • hava ábyrgd av reingerðini
  • umsita hølini í samráði við fyrisitingarstarvsfólk

Førleikakrøv
Vit vænta, at tú:

  • hevur handverkaraútbúgving ella líknandi
  • hevur góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
  • hevur góð samstarvsevnir
  • dugir væl at samskifta
  • hevur góðar telduførleikar
  • hevur koyrikort
  • hevur tekniskar førleikar

Fróðskaparsetrið er í eini bygnaðarligari tillagingartíð, hetta ger, at umsøkjari skal kunna tola møguligar broytingar, ið standast av hesum.

Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir.
Tú søkir starvið við at fylla hetta oyðiblaðið út og hefta viðkomandi skjølini við.

Freist
Umsóknarfreistin er hósdagur 17. september 2024.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Terja Mikkelsen, samskipara, terjirm@setur.fo, tlf. 299406, ella til Johan Hansen, fyrisitingarstjóra, johanh@setur.fo, 292504.

Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum. Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 1.000 lesandi og yvir 170 starvsfólk.
 
Fróðskaparsetur Føroya er sjálvstøðugur, almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini eins og ásett er í lóg um stovnin. Fróðskaparsetrið tekur undir við Magna Charta Universitatum, verjir granskingarfrælsið hjá tí einstaka vísindafólkinum og eggjar til samstarv, kritiskt orðaskifti og til forvitna og óhefta leitan eftir nýggjari vitan og kunnleika.
 
Fróðskaparsetrið er í høvuðsheitum alment fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini. Harumframt eru fleiri verkætlanir fíggjaðar við uttanseturs stuðli frá m.a. Granskingarráðnum og vinnulívinum. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi.

Líknandi størv

16. september 2024
13. september 2024
Varaleiðari til Miðstovnin   Faroe Islands nýtt
13. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið