LANDSVERK
Útgivið
14. december 2022
Útgongur
2. januar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit leita eftir dugnaligum og álítandi húsavørði við góðum handalagi til at umsita bygningar landsins á Sornfelli og í Mjørkadali.

Um ognirnar og anleggið
Landsverk hevur umsitið anleggið á Sornfelli og bygningarnar í Mjørkadali síðani 2014, eftir yvirtøku frá danska hervaldinum, og hevur í dag umleið 30 leigumál/kundar á fjallinum, ið hava útgerð í mastrum og kuplum.

Í hesum sambandi hevur Landsverk alarmskipanir, ljósmotorar og aðra tøkni í og á fjallinum.

Starvið
Sum húsavørður fert tú at hava dagligt eftirlit og viðlíkahald av ognunum á Sornfelli og Mjørkadali, umframt at tryggja at atkomiligt er á vetri niðan á Sornfelli.

Uppgávurnar fevna millum annað um:

  • at røkja bygningar og kuplar
  • at hava umsiting av tøkniligum skipanum
  • at hava eftirlit við kuplunum, tá stormur er
  • at rudda kava niðan á Sornfelli

Starvið er sum útgangsstøði hálvtíðarstarv, tó er møguleiki fyri fulltíðarstarvi, har umleið helvtin av arbeiðstíðini fer at fevna um húsavarðauppgávur av øðrum almennum bygninum.

Førleikakrøv
Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi handverk- ella tøkniliga útbúgving. Ert tú sjálvlærd/-ur við drúgvum royndum innan líknandi arbeiði, ert tú eisini vælkomin at søkja.

Sum persónur ert tú ágrýtin og arbeiðir sjálvstøðugt, men hevur eisini góðar samstarvs- og samskiftisførleikar og dugir at finna góðar loysnir, tá á stendur.

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at uppgávunum. Umframt hetta, er koyrikort til persónbil neyðugt, fyri at kunna røkja starvið.

Setanarviðurskifti
Talan er um fastlønt hálvtíðarstarv við møguleika fyri fulltíðarstarvi.

Arbeiðsstaðurin er í Mjørkadali, tó má roknast við at arbeiða á Sornfelli og evt. øðrum almennum bygningum. Roknast kann við nakað av arbeiði forskotna tíð part av árinum.

Løn og setanarviðurskiftir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsrensli (cv) kann sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagið 2. januar 2023. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Boga S. Vinther, toymisleiðara á bygningsviðlíkahaldinum á tlf. 290 872 ella á teldupost bovi@lv.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið