Klaksvíkar Kommuna
Útgivið
17. november 2023
Útgongur
30. november 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Klaksvíkar kommuna søkir eftir einum húsavørði til umsitingina og aðrar deildir og bygningar sum kommunan varar av, t.d Barnavernd, Bókasavn, Læknamiðstøð, Heimavirkið, Íverksetarahúsið, kjallari og veghædd á Biskupstorg, Jústabrekka o.a..

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar. Talan er um ymiskar fyrifallandi uppgávur, og smærri ný- og umbyggingar umframt umvælingar, viðlíkahald av bygningunum, bæði inni og úti, og økið uttan um.

Førleikakrøv
- Vit ynskja, at tú hevur góð handalig evni og møguliga eina handverkaraútbúgving at stuðla undir hetta, t.d. timburmaður, húsasmiður e.l.
- Sum persónur ert tú arbeiðsom/samur, ágrýtin og røkin, og sjálv/ur dugur at síggja hvat tørvur er á í mun til viðlíkahald o.a.
- Tú skalt duga at arbeiða sjálvstøðugt og lættliga kunna fara til verka við teimum fjølbroyttu uppgávunum sum liggja innanfyri starvið. Harafturat vænta vit, at tú ert samstarvs- og tænastusinnað/ur.
- Tú mást hava koyrikort til persónbil.

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv, lønar- og setanarviðurskifti eru eftir viðkomandi sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og avvarandi fakfelag.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jógvan Ósá, tekniskur stjóri, á tlf: 790388

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal vera okkum í hendi seinast 30. novembur 2023
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Húsavørður til Klaksvíkar kommunu

Líknandi størv

1. december 2023
Trý starvsfólk til sambýli í Havn   Faroe Islands nýtt
1. december 2023
1. december 2023
Bilførari til OCD.   Faroe Islands nýtt
1. december 2023

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið