Lýsing
Farloyvisstarv sum húsavørður í Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, er leyst at søkja í tíðarskeiðnum frá 1. mars 2023 til og við 31. januar 2024.
Vit sóknast eftir
Húsavørði til Sambýlið á Heygnum, Ven og Virka, Norðoya Ellis- og Vistarheim, Sambýlið í Bøgøtu og Heimatænastuna, har høvuðsuppgávan verður at hava umsjón og viðlíkahald við bygningunum.
Uppgávurnar eru fjølbroyttar, og tí verður væntað, at tú ert fleksibul í mun til starvsuppgávurnar og skipanina av starvinum, sum tú ert við til at mynda og menna sjálv/-ur. At koyra borgarar til og frá tænastum hjá NBH er somuleiðis stundum partur av starvinum.
Vit vænta av tær, at tú
- Hevur útbúgving sum maskinmaður ella handverkari
- Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í einum toymi
- Ert vælskipað/ur og røkin
- Dugir væl at samskifta og samstarva
- Ert virkisfús/-ur og hevur áhuga í at menna tænastuna
- Tolir broytingar í arbeiðsuppgávum
- Hevur koyrikort. Áteknað koyrikort kann vera ein fyrimunur
Vit kunnu bjóða
Eitt jaligt, framtakshugað og spennandi arbeiðspláss, sum tekur støði í visjónini hjá NBH, sum er soljóðandi:
- NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
- NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
- Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.
Lønar- og setanartreytir
Verða sambært galdandi sáttmála.
Nærri kunning fæst við at venda sær til Marnu E. Jensen, stjóra fyri NBH, á tel. 793400, yrkadagar millum kl. 10-15 ella við telduposti á marnae@nbh.fo.
Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 16. januar 2023.