Lýsing
Vit sóknast eftir
Einum húsavørði til húsavarðatoymið í Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH.
Talan er um fulltíðarstarv at byrja 1. september ella eftir nærri avtalu.
Tveir húsavørðar eru í toyminum, sum varða av eindunum hjá NBH.
Høvuðsuppgávan er at hava umsjón og viðlíkahald av bygningunum. Uppgávurnar eru tó fjølbroyttar og kunnu m.a. eisini fevna um at gera hølir klár til tiltøk og at koyra borgarar til og frá tænastum hjá NBH.
Virksemið hjá NBH er í støðugari menning og kunnu uppgávurnar eisini broytast í tráð við hesa menning. Tí verður væntað, at tú ert fleksibul í mun til starvsuppgávurnar og skipanina av starvinum.
Vit vænta av tær, at tú
- Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í einum toymi
- Ert vælskipað/-ur og røkin
- Dugir væl at samskifta og samstarva
- Ert virkisfús/-ur og hevur áhugað í at menna tænastuna
- Tolir broytingar í arbeiðsuppgávum
- Hevur KT-kunnleika á brúkarastøði
- Hevur koyrikort
Útbúgving ella royndir innan handverk og maskin kunnu vera ein fyrimunur, somuleiðis royndir við hitaskipanum, eldávaringarskipan (ABA) og sprinklaraskipan (AVS).
Vit kunnu bjóða
Eitt jaligt, framtakshugað og spennandi arbeiðspláss, sum tekur støði í visjónini hjá NBH, ið sæst á heimasíðu okkara www.nbh.fo.
Lønar- og setanartreytir
Verða sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Handverkarafelag ella Landsfelag Handverkanna.
Nærri kunning fæst við at venda sær til Sólgerð Hvidbro, varastjóra fyri NBH, á tel. 793404 ella við telduposti á solgerdh@nbh.fo.
Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, FO-700 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til starvið er 21. juli 2025