
Lýsing
SALT
sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum húsavørði.Starvið svarar til hálvt ársverk, sum verður nærri avtalað millum partarnar í starvssetanini. Møguleiki er fyri broytingum.
SALT er ein visionerur mentanarpallur, og vit kunnu bjóða eitt spennandi og gott arbeiðspláss, har starvsfólkið fær virknan lut í skapanini og menningini av virkseminum.
Starvsinnihald
Starvið fevnir um ymiskar og fjølbroyttar uppgávur bæði innan- og uttandura.
Uttandura er vanligt viðlíkahaldsarbeiði umframt at tryggja, at umhvørvið kring bygningin er væl røkt og snotiligt.
Inni eru uppgávurnar m.a. viðlíkahaldsarbeiði av bygninginum og innbúgvi.
Uppgávurnar eru millum annað:
- Viðlíkahald innan og uttan
- Burturbeinan av ruski
- Praktisk viðurskifti í sambandi við tiltøk hjá SALT
Vit vænta, at tú hevur:
- eina handverkaraútbúgving og gott handalag
- Gott eyga fyri smálutum og dugir væl at loysa uppgávur
- Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
- Góð samstarvsevnir
- Ágrýtni, ídni og ert røkin
- Koyrikort
Teldukunnleiki er ein fyrimunur.
Starvs- og lønarviðurskifti:
Húsavørðurin verður settur eftir sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum.
Umsókn og freist:
Umsóknir við CV og viðkomandi skjølum skulu vera SALT í hendi í seinasta lagi mánadagin 08. septembur 2025 kl. 12.00 og skulu sendast til Ólav Rasmussen, stjóra or50@mac.com ella Charlottu Nielsen, nevndarlim cn282060@gmail.com.
Hava tygum spurningar viðvíkjandi starvinum, kunnu tygum venda tygum til Ólav Rasmussen, tlf. nr. 213013