Vesturvón
Útgivið
5. februar 2025
Útgongur
20. februar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ver við til at skapa trivnað og tryggleika fyri húsfólkini.

Ert tú arbeiðssamur, ábyrgdarfullur og hevur eyga fyri smálutunum? So er hetta møguleikin at gerast ein týdningarmikil partur av Vesturvón – eitt heim, har trivnaður og tryggleiki hjá húsfólkunum altíð er í fokus. Vit leita eftir einum húsavørði, sum kann tryggja, at umhvørvið hjá húsfólkunum er væl røkt, og at tey trívast í sínum gerandisdegi.

Um Vesturvón
Vesturvón veitir eina heildartænastu til borgarar við tørvi á hjálp, har eldhugað starvsfólk arbeiða saman fyri at tryggja trivnað og vælveru. Tænasta okkara fevnir vítt, og bjóða vit til dømis heimahjálp, sjúkrarøkt, stutttíðarpláss, terapeutiskar venjingar, matartænastu og dagtilboð. Sum húsavørður verður tú ein týdningarmikil partur av hesum arbeiði, har tú tryggjar, at karmarnir um húsfólkini altíð eru í bestu standi.

Um starvið
Starvið er fjølbroytt og sjálvstøðugt, og húsavørðurin hevur umsjón við bæði Heiminum á Sýnini og kringøkinum. Tú fert at hava tætt samstarv við húsfólk eins og starvsfólk, og verður við til at skapa eitt reint, vælvirkandi og trygt umhvørvi, sum stuðlar trivnaðinum hjá øllum, ið hava dagligt virksemi á heiminum.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki:

  • Umsjón og viðlíkahald av bygningum og økinum kring Heimið á Sýnini
  • Tryggja, at dagliga arbeiðið verður væl skipað og smidliga loyst
  • Finna loysnir og loysa trupulleikar, tá ið á stendur
  • Samstarva við starvsfólk og stuðla undir eitt gott arbeiðsumhvørvi

Vit vænta, at tú:

  • Hevur handverkaraútbúgving ella royndir sum handverkari/húsavørður
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og skipa tínar uppgávur
  • Hevur evni at handfara broytingar og arbeiða við fjølbroyttum uppgávum
  • Ert tænastusinnað/ur, nærlagdur og hevur gott eyga fyri røkt
  • Hevur KT-førleikar á brúkarastigi og koyrikort

Vit bjóða tær:

  • Eitt arbeiðspláss har dentur er á virðum og trivnað hjá øllum:
    Tú verður partur av einum umhvørvi, har vit seta húsfólkini í miðdepilin og leggja stóran dent á trivnaðin hjá øllum, ið arbeiða og búgva her
  • Fjølbroyttar og týdningarmiklar uppgávur:
    Tú fært eitt sjálvstøðugt starv, har títt arbeiði hevur beinleiðis ávirkan á trivnaðin hjá húsfólkunum
  • Ein góð innleiðsla:
    Vit syrgja fyri, at tú verður væl tikin ímóti og fært eina góða byrjan í starvinum
  • Samanhald og samstarv:
    Tú verður ein partur av einum eldhugaðum starvsfólkatoymi, sum arbeiðir fyri felags mál

Setanarviðurskifti:
Starvið verður sett við starvsbrøk 0,6, við møguleika fyri hægri starvsbrøk. Løn sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Soleiðis søkir tú:
Send tína skrivligu umsókn saman við lívsrensli til vesturvon@vesturvon.fo, viðmerk "Húsavørður Vesturvón". Umsóknarfreist 20. februar 2025.

Spurningar?
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við leiðandi húsavørð okkara, Fróða Hansen, á tlf. 965705 ella umvegis teldupost á frodih@vesturvon.fo.

Líknandi størv

KT-mennari   Falkland Islands (Malvinas) nýtt
13. november 2025
Gongsfólk til Hvíldarheimið Naina   Faroe Islands nýtt
12. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið