Lýsing
Kundi tú hugsað tær eitt fjølbroytt starv, har tú ert við til at fáa alt at rigga, tá stór og smá
tiltøk eru í høllini?
Við Tjarnir søkir eftir húsavørði at arbeiða tá tiltøk eru – serliga kvøld og vikuskiftir. Talan
er um tímalønt starv av og á/eftir tørvi, alt eftir hvussu nógv tiltøk eru. Útbúgving er ikki
neyðug; tað sum er mest umráðandi er, at tú ert røkin, handalig/ur og álítandi.
Arbeiðsuppgávur
- Klárgera og seta upp til tiltøk (borð, stólar, pall o.a.)
- Eftirlit og røkt av bygningi og øki (innan- og uttandura)
- Smærri umvælingar og fyrifallandi arbeiði
- Hjálpa til, tá brúk er fyri tí undir tiltøkum
Vit vænta, at tú
- ert praktisk/ur, røkin og arbeiðssom/samur
- dugir at arbeiða sjálvstøðugt og síggja, hvat tørvur er á
- ert fleksibul og kann arbeiða kvøld og vikuskiftir, tá tiltøk eru
Umsókn og freist
Umsókn, við lívsrensli og viðkomandi skjølum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 1.
mars 2026. Umsóknin skal sendast til arb@tjarnir.fo.
Starvsbyrjan er í mars 2026, ella eftir nærri avtalu.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Regin W. Dalsgaard, stjóra,
á rwd@tjarnir.fo ella tlf. 59 60 61.