Lýsing
Landsverk søkir eftir húsavørði til viðlíkahaldstoymið, har yvirskipaða endamálið er, at tryggja støðið á bygningum landsins og at tryggja virkseminum í bygningum fullgóðar og vælvirkandi karmar.
Vit søkja eftir einum handverkara, ognartænastutøkningi (ejendomsservicetekniker) ella arbeiðsfólkið við viðkomandi starvsroyndum, at byrja skjótast gjørligt. Arbeiðið inniber alt húsavarðaarbeiði í ymiskum bygningum, sum landið eigur og rekur. Talan er um eitt nýtt og spennandi starv sum húsavørður, har tú verður partur av viðlíkahaldstoyminum á Landsverki.
Arbeiðsuppgávur:
- Alt vanligt húsavarðaarbeiði í tøttum samstarvi við avvarðandi rakstrar-/stovnsleiðarar
- At hava eftirlit og røkja bygningar landsins
- At skipa størri viðlíkahald
- At hava umsjón við at hita-, vatn-, ventilatión- og el-skipanir virka
Vit vænta, at tú:
- Ert handalig/ur og hevur gott eygað fyri røkt
- Ert ágrýtin, nærløgd/lagdur og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt
- Dámar at arbeiða við fjølbroyttum uppgávum
- Hevur góð samstarvsevni, er tænastusinnað/ur og góð/ur at heita á
- Hevur koyrikort til persónbil
- Hevur telduførleika á brúkarastøði
Sum persónur ert tú væl skipað/ur og virkisfús/ur. Tú hevur góð samstarvsevnir og megnar bæði, at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú ert ábyrgdarfull/ur og leggur stóran dent á gott samstarv, tí í gerandisdegnum fert tú at samstarva við leiðarar og starvsfólk á ymiskum stovnum.
Í viðlíkahaldstoyminum fert tú at vera partur av einum toymi, ið varðar av, skipar og viðlíkaheldur landsins bygningar.
Løn og setan
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Ein part av tíðini inniber arbeiðið tilkallivakt eftir vanliga arbeiðstíð og í vikuskiftinum. Roknast má við nakað av yvirtíðararbeiði. Arbeiðsstaðurin er í Tórshavn og má roknast við nakað av ferðing kring landið. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum FMR og avvarandi fakfelag. Starvsetti má tola broytingar í starvinum.
Umsókn
Prógv og lívrensl (CV) skulu saman við umsókn sendast umvegis okkara heimasíðu og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 10. juli 2024. Nærri upplýsingar um starvið, kunnu fáast við at venda sær til Boga S. Vinther, toymisleiðara á tlf. 290 ella t-post bovi@lv.fo.