sp/f Ástaklokkan/Krákuting
Útgivið
22. maj 2024
Útgongur
8. juni 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit mangla starvsfólk at arbeiða saman við okkum her í Ástaklokkuni í summar, kanska er tað nakað fyri teg?

Afturat hugnaliga arbeiðsumhvørvinum, og leskjuligu matarsteðgunum, kunnu vit bjóða eina rúgvu av vitan um mat, um vín og um kaffi. Vit gera nemliga næstan allan matin frá grundini: vit baka breyð, vit gera smør og ost, vit gera heimagjørdar sodavatnir og alt møguligt annað gott.

Ástaklokkan lat upp í Juni 2023, og hevur longu nú ogna sær ein fastan, fittan og matglaðan kundaskarða; og vit sum arbeiða í Ástaklokkuni, hava ábyrgd av at hjúkla um okkara viðskiftafólk, og njóta og gleðast um mat saman við teimum. Vit stremba alla tíð eftir, at finna allar bestu føroysku rávørurnar frá føroysku bóndunum. Harafturat heinta vit ymiskar førosykar urtir, sum eisini vera brúktar í matgerðini.

Ljóðar hetta spennandi í tínum oyrum? Ja, so er tað allarhelst tær vit leita eftir!

Send okkum eini boð, um hetta ljóðar sum nakað fyri teg; ella ring til Felisiu á 27 40 19 um tú vilt hoyra nærri.

Løn eftir avtalu.

Hvussu nógv starvsfólk hava tit tørv á?
1

Starvsbyrjan
So skjótt sum gjørligt

Starvsslag
Tíðaravmarkað starv

Starvsbrøkur
Parttíðarstarv

Arbeiðstíð
Morgun

Líknandi størv

12. december 2025
Fíggjarleiðari til Vónin samtakið   Faroe Islands nýtt
12. december 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið