MBM
Útgivið
16. juni 2025
Útgongur
6. juli 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit leita eftir einum royndum og sjálvstøðugum starvsfelaga til okkara fyritøku.
Tú kemur at hava ábyrgd av tolling, innflutningi og logistikki hjá fyritøkuni og tað er týdningarmikið, at tú hevur kunnleika til tollreglur og innflutningsviðurskifti.

Høvuðsuppgávur

  • Samskifti og sáttmálasamráðingar við veitarar
  • Tollavgreiðsla, prískalkulatiónir og kontering av fakturum
  • Tryggja, at innflutningur og tollviðurskifti samsvara við galdandi reglur
  • Greining og eftirmeting av kostnaði og veitarasamskifti
  • Skipan av vøruinnflutningi
  • Tryggja rættstundis útvegan av vørum
  • Menna og viðlíkahalda góðar arbeiðshættir og mannagongdir innan innkeyp og logistikk
  • Góðskutrygging og eftirmeting av veitarum

Førleikakrøv

  • Útbúgving og/ella royndir innan innkeyp, logistikk, fyrisiting ella líknandi, t.d: speditør
  • Royndir við keypsavtalum, prísviðgerðum og veitarasambondum
  • Evni at arbeiða sjálvstøðugt og við nærlagni
  • Stinnir telduførleikar og royndir við innkeyps- og goymsluskipanum
  • Góð samskiftisevni á føroyskum, donskum og enskum – bæði munnliga og skrivliga
  • Tað er ein fyrimunur at duga Business Central skipanina, men ikki ein treyt

Vit bjóða
Eitt avbjóðandi og gevandi starv í einum umhvørvi, har eingin dagur er eins og við møguleika at seta tín dám á uppgávur og mannagongdir. Vit virða fakligheit, trivnað og menning og bjóða góðar setanartreytir og góðar møguleikar fyri støðugari førleikamenning.

Starvið er 40 tímar vikuliga
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Samband
Hevur lýsingin fanga tín áhuga, send okkum tína umsókn við lívsrensli, avrit av prógvum og møguligum viðmælum, skulu sendast til hr@mbm.fo í seinasta lagi 6. juli.
Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði.

Vilt tú vita meira um starvið?
Tú ert vælkomin at seta teg í samband við leiðaran á innflutningsdeildini:

Ann Andreasen 29 20 02 ella stjóran Tony Weyhe, á 29 20 59 ella tw@mbm.fo

 

Um MBM:
“Vaksandi eftirspurningurin eftir mjólk elvdi til, at framfúsir bøndur í 1977 skipaðu seg í eitt lutafelag fyri mjólkaframleiðarar undir navninum Mjólkarvirki Búnaðarmanna við tí tí fyri eyga at tryggja føroyingum føroyska mjólk. Stór menning er farin fram í føroyskari landbúnaðarframleiðslu síðani stovnanina av Mjólkarvirki Búnaðarmanna, og tí varð navnabroytingin til Meginfelag Búnaðarmanna framd í 1996.

Í 2016 varð avgerð tikin um at býta virksemið felagsins í tvær eindir - framvegis undir sama felag, men við hvør sínum heiti; Raska og Búrøkt. Meðan Raska tekur sær av at virka mjólkina og støðugt menna nýggjar spennandi mat- og drekkivørur úr føroysku mjólkini, veitir Búrøkt vørur og tænastur til landbúnaðin. Í høvuðssætinum í Hoyvík er snotiligur amboðshandil við øllum, tær tørvar til landbúnaðin og heimabrúkið.”

Líknandi størv

Shippinglærlingur til Søludeildina   Faroe Islands nýtt
13. juni 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið