Lýsing
P/f Poul Michelsen søkir eftir einum dugnaligum innkeypara til Frukt og Grønt.
Vit leita eftir einum ábyrgdarfullum og sjálvstøðugum innkeypara við góðum samstarvsevnum og hollum kunnleika til matvørur – serliga innan frukt og grønt. Tú verður ein týðandi partur av okkara innkeypsdeild og kemur at arbeiða tætt saman við sølu- og goymslutoyminum.
Vit vænta, at tú:
- Hevur góðan kunnleika til matvørur, helst frukt og grønt
- Hevur royndir við innkeypi, handli ella hevur flair fyri tølum
- Arbeiðir skipað, sjálvstøðugt og miðvíst
- Hevur góð samstarvsevni og trívist í einum arbeiðsumhvørvi við nógvum samskifti
- Hevur áhuga ella royndir við Office 365 og Business Central (Dynamics 365), sum er ein fyrimunur
Vit bjóða:
- Eitt spennandi og fjølbroytt fulltíðarstarv við nógvari ferð
- Eitt arbeiðspláss við góðum felagsskapi, trivnaði og dugnaligum starvsfeløgum
- Møguleika at ávirka arbeiðsgongdir og menning í fyritøkuni
Løn sambært avtalu
Um hetta hevur vakt tín áhuga, vinaliga send umsókn til starv@pm.fo
Umsóknarfreistin er mánadagin 26. januar 2026.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Leonu Ellefsen, HR-leiðara, á tlf. 764 625 ella telduposti leona@pm.fo.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.