KJ
Útgivið
9. september 2024
Útgongur
1. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

KJ søkir eftir ágrýtnum innkeypara, sum kemur at hava ábyrgd av innkeypi og logistikki í samband við størri og smærri verkætlanir og arbeiðstøkur, sum felagið hevur.

Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um

  • At nágreina tilfarslistar saman við verkætlanarleiðara
  • At útvega tilboð og hava samskifti við veitarar
  • At keypa inn vørur til verkætlanir
  • At samskipa frakt
  • At gera avtalur við veitarar

Tú kemur at hava tætt samstarv við søludeildina, verkætlanarleiðarar, teknisku deild og goymsluna.

Útbúgving/royndir
Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir við innkeyp ella logistikki, men hetta er tó ikki eitt krav.

Vit vænta at tú

  • hevur tekniskan áhuga
  • ert ágrýtin og arbeiðsom/samur
  • ert væl skipað/ur
  • hevur góð evnir at samskifta

Vit bjóða

  • Góða matarskipan
  • Starvsfólkatrygging
  • Gott arbeiðsumhvørvi

Setanartreytir
Starvið verður sett sum skjótast. Høvuðsarbeiðsstaður verður hjá KJ á Kambsdali. Løn og setanartreytir sambært avtalu.

Spurningar
Vilt tú vita meira um starvið, so ert tú vælkomin at ringja til Viggo Johannesen, stjóra, á tel. 58 88 28 ella senda ein teldupost til viggo@kj.fo.

Umsókn
Umsókn við møguligum prógvum og skjølum skal sendast til starv@kj.fo. Til ber eisini at søkja starvið umvegis heimasíðu okkara við at fylla frymilin út niðanfyri.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 01. oktober 2024 á miðnátt.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið