Lýsing
Vilt tú verða partur av innkeypstoyminum hjá eini altjóða fyritøku í stórari menning?
Smyril Line leitar eftir einum ágrýtnum og analytiskum innkeypssamskipara til høvuðsskrivstovuna í Tórshavn.
Um starvið
Innkeypsdeildin er ein sentral funktión í Smyril Line samtakinum, sum eisini fevnir um Hotel Brandan og Hotel Hafnia, har virksemið í løtuni verður víðkað við tveimum nýggjum matstovum.
Smyril Line byggir samstundis nýtt høvuðssæti á Molanum í Havn, umframt tvey nýggj farmaskip.
Sum innkeypssamskipari fært tú ábyrgd av at tryggja, at vørur og tænastur verða keyptar rættstundis, kostnaðareffektivt og í samsvari við tørvin á deildunum. Tú fert at stuðla við innkeypi og arbeiða tætt saman við deildarleiðarum, har tú kemur at hava ein týðandi leiklut í at betra og effektivisera mannagongdir.
Hetta er eitt fjølbroytt starv, har tú kanst seta tín dám á arbeiðið og ger mun í einum felagi í menning.
Tín vangamynd
Tú ert:
- fyrikomandi, væl skipað/ur, dugir at samskifta og arbeiða sjálvstøðugt
- tænastusinnað/ur, hugsar í loysnum, og dugir at hava yvirlit, eisini tá tað er nógv at gera
- áhugað/ur í at menna teg sjálvan og at geva títt íkast til felagið
Tú hevur:
- eina analytiska tilgongd og dugir at arbeiða við Excel
- áhuga fyri at menna tilgongdir innan innkeyp og arbeiða við verkætlanum
- førleikar at samskifta á føroyskum og enskum, bæði munnliga og skrivliga
- útbúgving á miðnámsstøði ella hægri
- royndir frá líknandi starvi (ikki eitt krav, men ein fyrimunur)
Starvssetan og umsóknarfreist
Starvsbyrjan er eftir nærri avtalu, helst í byrjanini av 2026. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Freistin at søkja er 23. november 2025. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.
Tú søkir starvið umvegis frymilin niðast á heimasíðuni HER
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sigmundur H. í Dali, innkeypsleiðara, á tel. 23 59 09 ella á sigmundur@smyrilline.fo.
UM SMYRIL LINE
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines og Glyvursnes og rekur farmaskipið Lista.
Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.