Løgmálaráðið
Útgivið
27. februar 2025
Útgongur
24. marts 2025
Staður
Gongin 7, Postboks 377, 110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
lmr@lmr.fo

Lýsing

Ert tú løgfrøðingur, og hevur tú hug at arbeiða við at menna integratiónsøkið í Føroyum? So er hetta starvið kanska nakað fyri teg.

Talan er um eitt nýtt áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi fulltrúastarv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning.

Starvið
Við støði í nýggju integratiónslógini fært tú høvi at arbeiða sjálvstøðugt og gera uppskot til, hvussu útlendingar kunnu gerast ein virkin og samansjóðaður partur av okkara samfelagi. Umleið 2.700 útlendingar búgva í Føroyum.

Høvuðsuppgávurnar fyrstu tíðina verða at arbeiða við uppskotum til kunngerðir og vegleiðingar á økinum. Reglur skulu ásetast um, hvussu stuðul kann latast, krøv til umsóknir, skjalprógv fyri útreiðslur, frágreiðingar um integratiónstiltøk og eftirlit við, at játtaður stuðul er rætt nýttur.

Eisini verður talan um at samskipa og samskifta við myndugleikar, stovnar, kommunur, felagsskapir o.o. um integratiónsfremjandi tiltøk og átøk. Talan kann vera um tiltøk, sum verða mett at vera integratiónsfremjandi fyri bæði størri og smærri bólkar av tilflytarum so sum tiltøk, sum serliga eru ætlað børnum og ungum, ella tiltøk, sum eru ætlað tilflytarum úr ávísum londum.

Aðrar vanligar uppgávur innan málsøkini hjá Løgmálaráðnum kunnu væntast í starvinum. Hetta eru t.d. løgfrøðilig eftirkanning av lógar- og kunngerðaruppskotum, lógarsmíð og aðrar uppgávur, ið verða mettar at passa til tínar fakligu førleikar.

Førleikakrøv
Tú skalt hava løgfrøðiligt embætisprógv (cand. jur.) ella embætisprógv í lóg.

Eisini verður væntað, at tú, sum søkir:

  • dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt
  • sýnir ábyrgd og skilvísi
  • ert ágrýtin, nýhugsandi og dámar væl avbjóðingar
  • hevur lætt við at seta teg inn í nýggj fakøki
  • dugir væl at samskifta og samstarva
  • dugir væl at skriva og tosa føroyskt

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan fyrisiting ella arbeiði við verkætlanum og samskipan.

Løn og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya.

Setanarøkið fevnir um Løgmálaráðið og stovnar undir ráðnum, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.

Nærri kunning um starvið
Eru spurningar, eru umsøkjarar væl komnir at venda sær til Nellu Festirstein, aðalstjóra, á telefon 558076 ella senda teldubræv til nellaf@lmr.fo.

Umsóknir
Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til:

Løgmálaráðið
Gongin 7
Postboks 377
110 Tórshavn

Umsóknir kunnu eisini sendast við telduposti til lmr@lmr.fo.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi á middegi kl. 12 mánadagin 24. mars 2025. Starvið verður sett frá 1. september 2025 ella sambært nærri avtalu.

Umframt integratiónslógina umsitur Løgmálaráðið m.a. hesi málsøki: ríkislóggáva viðv. politivirksemi, revsirættur, rættargangur, revsifulnaður, fótfjøtur, útlendingarættur, familjurættur, dátuverndarlóggáva, vápnalóg, navnalóg, fólkayvirlitslóg, fyrisitingarlóg og lóg um alment innlit, spælilóggáva, altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp, rúsdrekkalóggáva, matstovulóggáva, fíggjarrættur so sum keypilóg, kreditkeypilóg, avtalulóg, brúkaraavtalulóg, tryggingaravtalulóg, fyrningarlóg, vallóggáva, tilbúgving, ikki vinnurekandi grunnar og feløg, norðurlandamál og lógasavn.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið