Klaksvíkar Kommuna
Útgivið
6. marts 2026
Útgongur
15. marts 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Kommununar í Norðoyggjum umframt Eysturkommuna og Fuglafjarðarkommuna eru farnar í samstarv um integratión, og søkja tí eftir fólki til nýggja starvi sum integratiónssamskipari sum skal vegleiða, hjálpa og vísa á møguleikar og tænastur í kommununum, saman við politisku skipanini so vit tryggja at fólk trívast og verða ein virkin partur av samfelagnum.

Arbeiðsuppgávan umfatar m.a.:

  • Eyðmerkja tørv og menna eina integratiónstilgongd við eisini at framleiða kunnandi tilfar
  • Stuðla nýggjum tilfytarum at læra føroyskt og skilja føroysk viðurskifti, herundir skyldir og rættindi
  • Byggja brýr millum tilflytarar og lokalsamfelagið/føroyingar gjøgnum kunning og vegleiðingum
  • Skipa fyri sosialum, tvørmentanarligum og integratiónsfremjandi kunningartiltøkum í samband við onnur tiltøk í kommununum fyri bæði ung og eldri
  • Halda eyga við avbjóðingum á integratiónsøkinum og vera við til at finna loysnir
  • Venda sær til einstaka tilflytaran og tilflytarar sum heild og eitt nú tora at vera í samrøðuni saman við teimum
  • Samstarva við mynduleikar, stovnar, felagskapir og onnur sum arbeiða við integratión
  • Verða bindilið millum kommununa og nýggir tilflytarar, so tey kenna seg sum part av nærumhvørvinum

Les meira um starvið og søk umvegis leinkjuna á okkara heimasíðu.

Integratiónssamskipari til norðurøkið – freistin er 15. mars 2026

Líknandi størv

6. marts 2026
6. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið