Lýsing
Ert tú klár/klárur at taka ímóti avbjóðingini sum okkara nýggi starvsfelagi
InventarTænastan veitir heildarloysnir innan handils-, skrivstovu- og alment innbúgv. Sum marknaðarleiðandi fyritøka eru vit í vøkstri og bjóða ein fjølbroyttan arbeiðsdag við denti á dygd, góðsku og trivnaði.
Tínar arbeiðsuppgávur verða m.a.:
- Útkoyring og uppseting av innbúgvi
- Monteringsuppgávur, har handverkssnildi kemur til sín rætt
- Goymsluarbeiði
- Smærri og størri verkætlanir kring alt landið
Vit leita eftir tær, sum:
- Dugir væl at brúka hendurnar og hevur handverkssnildi. Ein handverkaraútbúgving er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.
- Kanst arbeiða sjálvstøðugt og samstundis vera ein góður viðleikari.
Vit bjóða tær:
- Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur og spennandi verkætlanir
- Góðar lønar- og setanartreytir
- Matarskipan og gott arbeiðsumhvørvi
- Sosial tiltøk, útferðir o.a.
Um tú ert tann, vit leita eftir, ynskja vit, at tú byrjar skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.
Umsóknarfreistin er 14. august 2026.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við stjóran Kiran Jóanesarson á kj@inventar.fo ella telefon 29 38 05.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær.