BANKNORDIK
Útgivið
24. januar 2023
Útgongur
13. februar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú analytiskt hugsandi, og hevur tú hug at gerast partur av einum sterkum føroyskum fíggjarsamtaki? So er starvið sum Risk Manager í BankNordik kanska nakað fyri teg.

Skynsom váðastýring er ein týðandi partur av virkseminum hjá BankNordik, og vit sóknast nú eftir einum framsøknum starvsfelaga, ið skal taka lut í framhaldandi menningini av váðastýring í samtakinum. Starvið er staðsett á Stjórnarskrivstovuni í bankanum.

Um starvið
Í starvinum sum Risk Manager fært tú ein spennandi og fjøltáttaðan gerandisdag við ávirkan á og ábyrgd av váðastýringini í bankanum. Yvirskipaða uppgávan er at ráðgeva leiðslu og nevnd um váðan viðvíkjandi rakstrar- og fíggjargongd bankans.

Høvuðsuppgávurnar fevna m.a. um:

  • at eyðmerkja, greina og boða frá týðandi váðum, undir hesum kreditt-, marknaðar-, gjaldføris- og rakstrarváðum bankans
  • at taka lut í menningini av váðastrategi og váðapolitikki
  • at váðameta í sambandi við menning av nýggjum tænastum
  • saman við regluvørði bankans og løgfrøðiligu ráðgevingini at tryggja, at BankNordik fylgir ásettum lógarkrøvum og verksetir nýggja lóggávu innan viðkomandi øki

Harumframt inniber starvið tætt innanhýsis samskifti, samskifti við eftirlitsmyndugleikar og verkætlanararbeiði av ymiskum slag.

Um teg

Til starvið sum Risk Manager sóknast vit eftir tær, ið:

  • hevur viðkomandi útbúgving innan t.d. búskap, fíggjarstýring, grannskoðan ella løgfrøði
  • er stinn/ur í Office (Excel, Word og Powerpoint)
  • hevur góð analytisk evni
  • hevur sjálvstøðugt arbeiðslag
  • er opin, framsøkin, samstarvssinnað/ur, úrslitagóð/ur og nýhugsandi

Harafturat vænta vit, at tú ert fyrikomandi og tekur virknan lut í at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi.

Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í einum góðum, nýmótans og livandi arbeiðsumhvørvi.

Tú verður partur av einum fakliga sterkum og eldhugaðum toymi á Stjórnarskrivstovuni, ið umfatar Risk Management, Compliance og løgfrøði.

Um okkum
BankNordik-samtakið hevur deildir í Grønlandi og Føroyum umframt tryggingar- og húsameklararvirksemi í Føroyum. Umleið 200 starvsfólk eru í samtakinum.

Vit leggja okkum eftir at seta dugnalig og fjølbroytt starvsfólk, og vit eru harumframt tilvitað um kynsbýtið á leiðslustigi og á deildum. Vit leggja dent á trivnað, og at javnvág er millum arbeiðslív og frítíð.

Umsókn
Søk starvið her í seinasta lagi mánadagin 13. februar 2023. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Arna Mikkelsen, deildarleiðara, á armi@banknordik.fo ella á tlf. 330 330.

sí lýsing

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið