Lýsing
Søkt verður eftir jarðfrøðingi ella náttúrulandafrøðingi til fulltíðarstarv á Jarðfeingi. Jarðfeingi er stovnur undir Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Jarðfeingi granskar, ráðgevur og breiðir út kunnleika um jarðfrøðilig náttúruvirði.
Talan er um eitt avbjóðandi starv, har tú saman við eldhugaðum starvsfeløgum verður við til at loysa uppgávur og menna vitan um eitt nú kvarter- og grundvatnsjarðfrøði.
Uppgávur
Sum jarðfrøðiligt fakfólk verður tú ein partur av einum fjøltáttaðum og fakliga sterkum umhvørvi, sum bæði arbeiðir við ítøkiligum samfelagsmálum og við gransking.
Tú fært sum frá líður møguleika at arbeiða við teimum jarðfrøðiligu evnunum, ið hava tín áhuga, og sum Jarðfeingi fæst við, men longu frá byrjan eru nógvar uppgávur at fara í gongd við.
Vit mangla eitt vísindafólk at víðarimenna kvarterjarðfrøðiliga vitan á landi, herundir at skipa fyri kanningum av jarðvandum og serstøkum landsløgum. Vit hava eisini brúk fyri, at tú tekur lut í kanningum viðvíkjandi grundvatnsjarðfrøði og hjálpir til við kanningararbeiðnum í sambandi við kortgerð og tunnilsverkætlanir.
Sum vísindafólk verður tú við til at skipa rannsóknararbeiðið og granskingina, tú luttekur í samstarvi og á ráðstevnum bæði innan- og uttanlands, og tú kemur at savna, skráseta og greina dátur og miðla úrslit og dátur frá jarðfrøðiliga arbeiðnum.
Førleikakrøv
Starvið krevur hægri vísindaliga útbúgving innan jarðfrøði ella náttúrulandafrøði frá fróðskaparsetri.
Vit leita eftir einum persóni, sum er ágrýtin, nærlagdur, væl skipaður og fakliga smidligur. Tú mást hava góð samstarvsevni og førleikar at arbeiða bæði í toymi og sjálvstøðugt.
Fyrimun hava umsøkjarar, sum tosa og skriva føroyskt, duga enskt og eitt norðurlendskt mál og hava kunnleika til telduforritini ArcGIS og Petrel.
Lønar- og setanartreytir
Talan er um fast fulltíðarstarv, sum kann byrja 1. mai ella skjótast til ber. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Akademikarafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.
Setanarøkið fevnir um Uttanríkis- og vinnumálaráðið og undir tí umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Lis Mortensen (223244, lm@jf.fo) ella Janu Ólavsdóttir (277867, jo@jf.fo) ella Una Árting (262577, ua@jf.fo).
Er hetta nakað fyri teg? So send okkum umsókn við hjáløgdum lívsrensli og embætisprógvi í seinasta lagi 28. februar 2025 til jf@jf.fo.