Útgivið
13. september 2021
Útgongur
19. september 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

J&K Petersen søkir eftir smiðum, mekanikarum ella entreprenør mekanikarum

Til verkstað okkara søkja vit eftir dugnaligum smiðum, mekanikarum ella entreprenør mekanikarum.

Arbeiði fevnir um alt vanligt eftirlit, viðíkahald og umvælingar av okkara maskinum.

Vit ynskja, at tú ert skjótur við loysnum, dugir at arbeiða sjálvstøðugt, ert røkin og tænastusinnaður.

Løn sambært avtalu.

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Finnur Joensen, HR-leiðara á tlf.: 585036.

Umsóknir til størvini skulu vera okkum í hendi seinasta lagi 19. sept. 2021. og kann umsókn sendast á teldupost: starv@jkp.fo, ella við at gera nærri avtalu við Finnur Joensen.

Um J&K Petersen:
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið