Lýsing
Kom og ger mun í Kringvarpi Føroya – vit leita eftir journalistum til farloyvisstørv.
Hevur tú áhuga í samfelagsviðurskiftum, men vantar royndir í fjølmiðlaverðini? So bjóða vit uppæring í vinkling og miðling.
Vilt tú sleppa at veita Føroya fólki týðandi og álítandi tíðindi? Gongur tú høgt upp í at geva rættar og neyvar upplýsingar? So er tað tær, vit leita eftir!
Vit søkja journalistar til trý spennandi og mennandi tíðaravmarkað størv:
Tvey fulla tíð og eitt 80%. Arbeiðstíðir og brøkur kunnu eisini lagast til tíni ynski.
Sum journalistur hjá okkum fært tú møguleikan at arbeiða á minst tveimum spennandi miðlapallum: útvarp, sjónvarp ella kvf.fo, og tú mást sjálvandi duga vælføroyskt í skrift og talu.
Vit leita eftir tær, sum:
- vilt gera mun, bæði við at leita eftir spennandi søgum og siga tær søgur, sum redaktørurin velur
- hevur høgt trúvirði, ert álítandi og heldur avtalur
- kanst tosa eitt mál, sum øll skilja
- dugir at arbeiða undir tíðartrýsti og ert til reiðar at sleppa øllum, tá ið brátíðindi eru
Hjá okkum fært tú:
- ein fjølbroyttan, spennandi og mennandi arbeiðsdag sum partur av einum tøttum redaktionellum toymi
- innlit í og møguleika fyri at varpa ljós á týdningarmiklar og forvitnisligar partar av føroyska samfelagnum
- Upplæring í vinkling og miðling til sjónvarp, útvarp og net
Les alla lýsingina og søk starv her.