P/F Smyril-Line
Útgivið
19. maj 2023
Útgongur
11. juni 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Smyril Line søknast eftir juniormaskinmeistara at byrja 15. juni 2023 ella eftir nærri avtalu. Vit bjóða eitt starv, har tú fært góða upplæring og lærdóm til starvsleiðina sum maskinmeistari/maskinist.

Les meira um Akranes HER.

Tín vangamynd
Vit sóknast eftir ágrýtnum persónum, sum hava prógv sum maskinmeistari/maskinist og mangla siglingstíð.

 Arbeiðsuppgávur hjá maskindeildini eru, at:

  • Tryggja maskinrakstur og viðlíkahald
  • Standa fyri innkeypi
  • Leggja arbeiðsætlan fyri toymið
  • Arbeiða við viðlíkahaldsskipanini

Sum juniormaskinmeistari verður tú partur av vaktarskipanini. Tú kemur at taka tær av viðlíkahaldi, umframt at verða sett/ur inn í tann dagliga raksturin.

Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Maskinmeistarafelagið og Reiðarafelagið fyri Handilsskip.

 Starvssetan og umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 11. Juni 2023. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.

Tú søkir starvið umvegis frymilin á okkara heimasíðu HER.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við HR deildina á hr@smyrilline.fo ella á tel. 235956.

UM SMYRIL LINE
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines og Akranes og rekur farmaskipið Mistral. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

Líknandi størv

12. december 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið