Útgivið
13. juli 2022
Útgongur
12. august 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Smyril Line søkir eftir juniormaskinmeistarum. Vit bjóða eitt starv har tú fært góða upplæring og lærdóm til starvsleiðina sum maskinmeistari.

 Tín vangamynd
Vit sóknast eftir ágrýtnum persónum, sum hava prógv sum maskinmeistari/maskinist og mangla siglingstíð.

 Arbeiðsuppgávur hjá maskindeildini eru

  • Tryggja maskinrakstur og viðlíkahald
  • Standa fyri innkeypi
  • Leggja arbeiðsætlan fyri toymið
  • Arbeiða við viðlíkahaldsskipanini

Sum juniormaskinmeistari verður tú partur av vaktarskipanini. Tú kemur at taka tær av viðlíkahaldi, umframt at verða sett/ur inn í tann dagliga raksturin.

Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Maskinmeistarafelagið og Reiðarafelagið fyri Handilsskip.

Starvssetan og umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 07. august 2022. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir starvið við at senda tína umsókn m.v. til starv@smyrilline.fo. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

UM SMYRIL LINE
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines og Akranes og rekur farmaskipið Mistral. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið