P/F Smyril-Line
Útgivið
8. november 2024
Útgongur
31. december 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú maskinmeistari ella maskinist og manglar tær siglingstíð? So er at lesa víðari.
Vit mangla juniormeistarar til farma skipini Akranes og Glyvursnes, umframt ferðafólkaskipið Norrönu at byrja í januar 2025
Sum juniormeistari hjá Smyril Line verður tú partur av einum toymi við góðum og ágrýtnum starvsfeløgunum, sum fara at geva tær góða upplæring og nógvan lærdóm við á starvsleiðini.

Maskindeildin
Arbeiðsuppgávurnar á maskindeildini eru at tryggja maskinrakstur og viðlíkahald. Umframt hetta kemur arbeiðið við viðlíkahaldsskipanini og innkeypi. Sum juniormeistari verður tú partur av vaktarskipanini á deildini.


• Hevur lokið prógv sum maskinmeistari ella maskinistur
• Manglar siglingstíð
• Ert arbeiðssom/samur og ágrýtin

Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Maskinmeistarafelagið og Reiðaraefelagið fyri handilsskip.

Starvssetan og umsóknarfreist
Umsóknarfreist er 31. desembur 2024 og starvssetan er í januar 2025. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Tú søkir starvið umvegis frymilin á heimasíðuni hjá Smyril Line HER!

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Karin Katrinu Liliendahl, HR umsitari, á tlf. 235951 ella á hr@smyrilline.fo.

Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines, Akranes og Glyvursnes. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið